Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drap verforeldrini við grønum flugusvampi

49 ára gamla australska kvinnan, Erin Patterson, 49, er nú skuldsett fyri dráp.

Politiið í Victoria, Australia, váttar at ein 49 ára gomul kvinna er handtikin og skuldsett fyri at hava dripið 3 fólk, sum hon serveraði mat fyri í juli mánaða.

Erin Patterson hevði bjóðað fyrrverandi verforeldrunum og systrini hjá vermóðurini saman við manninum hjá henni, til ein bita. Hon borðreiddi við Beef Wellington heima hjá teimum í Leongatha í suður Victoria.

Fáar dagar eftir hetta doyðu vermamman, systir hennara og maðurin hjá vermammuni á sjúkrahúsinum. Tann fjóri persónurin slapp við lívinum men var innlagdur til september mánaða.

Patterson sigur at hon einki skeivt hevði gjørt og at hon hevði keypt grønu flugusvamparnar í 2 ymiskum støðum.

Politiið helt at tað var løgið at øll hini endaðu á sjúkrahúsi uttan hon.

Kelda: BBC

Les meira her:

https://edition.cnn.com/2023/11/01/australia/australian-poison-mushroom-arrest-intl-hnk/index.html