Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá føroyskum konsertum til YouTube

Gamal fótbóltsleikari av tónleikara familju valdi tónleikin framum. Hvar er evnaríki tónleikarin í dag?

Aksel Dánjalsson Remmel er 25 ára gamal og verður 26 í novembur. Aksel byrjaði uppá klaver undirvísing sum bert 8 ára gamal hjá Jóhannes Andreasen. Aksel gekk til undirvísing á Tórshavnar Musikkskúla.

Aksel er gamal fótbóltsleikari og vísti góðar dygdir í fótbólti, bæði í liðhøpi og millum vinir, skúlanæmingum o.s.fr, á ungum aldri. Hóast Aksel dámdi væl at spæla fótbólt, so valdi hann at fylgja sínum tónleikadreymum. Hann er av einari tónleikafamilju og til nýggjárskonsertina í ár spældi Aksel solo fyri Føroya Symfoniorkestur. Stóri beiggi Aksel, Ernst Remmel hevur eisini umboðað Føroya Symfoniorkestur fleiri ferð.

Í 2019 byrjaði Aksel at lesa á The Royal Danish Academy of Music (RDAM) eisini nevnt Royal Danish Conservatory of Music (Danskt: Det Kongelige Danske Musikkonservatorium) í Keypmannahavn. RDAM, er elsti yrkis stovnur viðvíkjandi tónleika útbúgvingum í Danmark og stórst, við áleið 400 næmingum. Aksel hevur lisið í fýra ár og var í fjør skiftisnæmingur á CNSMD í Lyon. Hetta árið, hevur Aksel tó valt fara í orlov fyri at royna okkurt øðrvísi. Aksel, er nemliga júst farin í hált við at lesa Sálarfrøði og spennandi verður at fylgja honum komandi árini. Dygdirnar hjá Aksel eru har ivaleyst, óansæð hvørja leið ungi maðurin velur sær.

Í summar spældi Aksel við í einum opera projekti fyri Opera.fo. Hetta er ein operafyritøka, ið umfevna ymisk tónleikaátøk. Aksel spældi klaver undir Biritu Adelu og Douglas Yates.

Umframt tónleikara útbúgving á hægsta støði og sálarfrøði, so roynir Aksel í dag, eisini at røkja einari YouTube kanal. Aksel er ein maður við óteljandi fjaldum snildargávum og á YouTube, vísir hann fylgjarunum sínar dygdir sum sangari, klaverspælari og guitarist.

Les eisini...  Petur Knudsen givin í El Paso

Niðanfyri sæst eitt YouTube brot av Aksel, ið syngur Tennessee Whiskey hjá Chris Stapleton.