Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Var tað eitt óhapp?

21. oktobur mistu vit enn eina fótbóltsslegendu, men hvat hendi...?

Legendan í Manchestur United og fyri Ongland, Sir Bobby Charlton, doyði 23. oktobur í ár, 86 ára gamal. Fyrrverandi fótbóltsleikarin doyði fimm dagar eftir, at hann heldur óheppið datt á einum eldraheimi

Rapportirnar fortelja, at hann hevði brot á rivjabeinum, eftir at hann royndi at reisa seg og óheppnislig datt ímóti eitt vindeyga. Sir Bobby helt á sum vanligt, áðrenn man varnaðist hovning á ryggi hansara.

Fimm dagar seinni doyði Manchester lengendan og hatta vóru frágreiðingarnar.

Sir Bobby Charlton var við Onglandi, tá teir í 1966 vunnu HM. Ongland hevur framvegis ikki megnað at vunnið HM síðan sigursælin í 1966.

Legendan skeyt 249 mál yvir 758 dystir fyri Manchester United. Hann vann Evropa Cup við United í 1968 og trý Ensk meistaraheiti; Charlton megnaði eisini at vinna Balon d’Or einaferð, í sama ári sum Ongland vann HM.

Evnaríki miðvallarin vann sær 106 landsdystir fyri Ongland, og skeyt 49 mál, ið varð met frá 1970 til 2015.

Sir Bobby er ein halgimynd. Hann verður sæddur sum legendan hjá Manchester United. Hann er einasti leikarin, ið hevur spælt fyri Manchester United og fingið eina áskoðara síðu uppkallað eftir sær. Í 2016, varð suður síðan á Old Trafford nýnevnd, til Sir Bobby Charlton stand.

Ein onnur legenda í Manchester, Gary Neville, sigur hesi orð um Sir Bobby Charlton: “Hann er besti enski fótbóltsleikarin nakrantíð.”

“Hetta er grundað hansara ovurfegnu ávirkan á enskan fótbólt, øll steypini hann hevur vunnið og teir mongu dystirnir, ið hann leikti fyri bæði Manchester United og Ongland”.

Les meira á: https://www.skysports.com/football/news/11095/12998044/sir-bobby-charlton-man-utd-and-england-legend-died-after-accidental-fall-at-care-home-inquest-hears