Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj loftsmyndabók komin út

Andreas Mouritsen hevur givið sína triðju myndabók út. Tann triðja nevnist “Á flogi”

Tyrluskiparin og myndamaðurin, Andreas Mouritsen, sum áður hevur givið út myndabøkurnar: “Á Veingjum” og “Á Veingjum II” gevur nú sína triðju myndabók út, sum nevnist “Á flogi”.

Talan er í stóran mun um loftsmyndir, sum eru tiknar úr tyrlu.

Myndabókin hjá Andreasi varð løgd fram í Gallarí Williamsstovu í gjár, mikudagin 1. november, og Heri Simonsen frá FM1 var ein túr framvið Williamstovu í gjár: