Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fekk ein fiskakassa í forrútin

Ein lastbilførari hevur fingið treytaleysa frádøming av koyrikorti

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum, tá ein persónbilur fekk ein fiskakassa oman yvir seg, sum smildraði forrútin, umframt at eitt síðuspegl fór í knús.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur frá, at tað var ein lastbilur, ið ikki hevði tryggjað fiskakassarnar nóg væl í lastini, so ein kassi datt av lastini og á bilin, sum koyrdi aftanfyri lastbilin.

– Bilurin fekk nakað av materiellum skaða, men tíbetur stóðst eingin mansskaði av hendingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Eftir at Føroya Politi hevði fingið boðini, varð leitað eftir lastbilinum, ið hevði mist fiskakassan – bæði fyri at tryggja, at ikki fleiri fiskakassar vóru leysir, men eisini fyri at skuldseta lastbilføraran fyri ikki at tryggja fiskakassarnar nóg væl í lastini.

Løgreglan hevur skuldsett bilføraran fyri ikki at tryggja lastina nóg væl, og at talan í tílíkum føri er ein treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Bilførarar hava skyldu til at bera so í bandi, at alt í lastini er nóg væl spent, tá talan er um flutning. Hetta er bæði galdandi fyri lastbilar, treylarar og smáar viðfestisvognar, greiðir vaktleiðarin frá.

Eisini varð boðað frá olju á vegnum á vegastrekkinum úr Sørvági til Sandavágsháls í gjár. Føroya Politi gav Landsverk boð um at fara at spula vegirnar har.

Seinni fekk løgreglan eisini boð um olju á Oyggjarvegnum, men av tí, at tað regnaði rættiliga illa í gjár, so hevði regnið skolað oljuna av vegnum, tá farið var at kanna støðuna.