Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Harðskapsmál í Klaksvík: Maður í 30-unum fyri Føroya rætt í dag

Maðurin er skuldsettur fyri harðskap, grovan harðskap og hóttanir

Í gjár var bátur hjá Klaksvíkar sløkkilið úti á vágni í Klaksvík, har froskmaður sást kava niður á botn. Løgreglan leitaði eftir einum knívi í samband við, at ein maður í 30-unum leygarkvøldið ella tíðliga sunnunáttina hótti, eftir okkara upplýsingum úr Klaksvík, tvey fólk, ið fingu knív á barkan.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at froskmaðurin fann ein knív í gjár í leitingini, og at knívurin hoyrir til viðkomandi, sum hótti í hvørt fall tvey fólk við knívinum.

Sami maður framdi eisini harðskap uttanfyri Mollys sunnumorgunin, har gerningsmaðurin sló ein annan mann fleiri ferðir í andlitið, eftir hesin varð buktaður niður at liggja, og har gerningsmaðurin so setti seg á liggjandi offrið og sló so mannin fleiri ferðir.

Gerningsmaðurin varð handtikin gjáramorgunin klokkan seks, men eftir at hann varð avhoyrdur, bleiv hann latin leysur aftur, men verður førdur fram fyri Føroya rætt tíðliga seinnapartin, har ákæran er harðskapur, grovur harðskapur og at koma við hóttanum.

Politiið vil hava mannin varðhaldsfongslaðan, meðan arbeitt verður víðari við málinum.

Maðurin er kendur av løgregluni.