Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB er steypavinnari fyri 29. ferð

Hóast greiðan yvirvág í spæli og málmøguleikum, so mátti bæði longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn HB aftur kundi kalla seg steypavinnari. B68 eigur enn sín fyrsta steypafinalusigur til góðar, men B68 var við til at skapa eina spennandi finalu, og kundi – um hepnið var við toftamonnum – stolið Løgmanssteypið í seinastu løtu av vanligu leiktíðini

B68 0 – 0 HB (3-5 eftir brotssparkskapping)

(Tórsvøllur): Spenningur var undan dystinum, um B68 fyri fyrstu ferð í søgu felagsins skuldi megna at vinna eina steypafinalu ella um tað varð HB, ið skuldi vinna fyri 29. ferð, og soleiðis bleiv tað eisini, tá HB-arar eftir longdari leiktíð og brotssparkskappingin kundu hevja Løgmanssteypið upp í loft.

HB fekk fyrsta málmøguleikan eftir at fimm minuttur vóru spældir, og tað skuldi vísa seg, at hetta bleiv ein dystur við nógvum málmøguleikum til HB, men har B68-verjan stóð seg manniliga væl.

Tríggjar minuttir seinni var Mikkel Dahl nær við at leggja HB á odda, tá ein B68-verjuspælari letur bóltin fara afturum seg, eftir eitt HB-innlegg, har Mikkel fær skotið móti B68-málinum, men bólturin fór beint uppum.

Ofta fekk Adrian Justinussen bóltin úti í vinstru síðu hjá HB, har hann við sínum eyðkenda stíli leitaði inneftir, so hann kundi koma til síni vandamiklu skot, men tað var so sum so, hvussu tað eydnaðist í fyrra hálvleiki.

Tá eitt korter var farið av dystinum, átti Matthias Præst Nielsen havt lagt HB á odda, tá hann, eftir at hava sneitt nakrar mans av í B68-brotsteiginum, kom at standa væl fyri, men Benjamin Schubert í B68-málinum bjargaði væl.

HB helt fram við at trýsta, og álopini skolaðu móti málinum hjá toftamonnum hesa løtuna, men antin megnaðu toftamenn – har serliga Áki Johannesen var sera eyðsýndur – at rudda bóltin burtur ella vóru HB-arnir ov óneyðugir frammanfyri B68-málinum.

Matthias Præst fekk enn ein góðan málmøguleika, tá 35 minuttir vóru spældir, eftir eina skjóta vending í brotsteiginum hjá heimaliðnum í dag, sum var B68, men skotið fór við síðuna av.

Les eisini...  Rakel Helmsdal tilnevnd til barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Løtu seinni kom Hanus Sørensen at standa væl fyri í B68-brotsteiginum, men Áki Johannesen kom við einari skreiðandi og frelsandi takkling, og ruddaði bóltin út til horna. Adrian sendi bóltin væl innfyri, har Mikkel Dahl hælaði bóltin móti málinum, men onkursvegna megnaðu B68-arnir at verja fyri á sjálvari mállinjuni, og so kundi Benjamin Schubert tveita seg yvir bóltin.

Sjáldan hevur staðið so nógv á B68-verjuni, eins og tað gjørdi hendan fyrra hálvleikin, men B68-spælararnir megnaðu at hóra undan, og tí stóð tað á jøvnum 0-0 í hálvleikinum.

Í byrjanini av seinna hálvleiki var tað B68, ið royndi at bíta eitt sindur frá sær, men uttan at tað bleiv heilt vandamikið.

Men enn sum í fyrra hálvleiki, so var tað HB, ið hevði taktstokkin og dikteraði spælið.

Vit skuldu heilt til 70. minutt, áðrenn vit sóu nakað skipað álopsspæl frá B68, har toftamenn millum annað fingu tvey hornaspørk, men uttan at tað gjørdist heilt vandamikið.

Hóast HB ikki hevði so nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki, so var tað einar tvær ferðir, har HB-arar komu at standa í góðum støðum, fyrst Adrian Justinussen, sum hevði leitað sær longur inn á vøllin, har Hanus Sørensen á høgra bakki miðskeiðis í seinna hálvleiki tók eitt raid í høgru síðu. Komin aftur til baklinjuna, leggur hann bóltin útfrá til Adrian, ið ikki rættiliga fær fótin á bóltin, og so var vandin av á hesum sinni.

Men kanska størsta málmøguleikan fekk HB og Mikkel Dahl, tá tað restaðu 12 minuttir av dystinum, men aftur bjargaði Benjamin í B68-málinum væl – sera væl, ið harvið var við at halda B68 inni í dystinum.

Les eisini...  Tveir menn dømdir fyri at smugla næstan 10 kilo

Vit sóu ikki líka nógv til HB í seinna hálvleiki – eins og í fyrra – men tá havnamenn spældu meira beinleiðis, so kom liðið í vandamiklar støður.

Beint fyri dystarlok fingu liðini bæði hvør sín vandamikla kjans. Fyrst var tað Hanus Sørensen hjá HB, sum aftur fór til stroks í høgru. Flata innleggið var gott, men Matthias Præst rakti ikki ordiliga bóltin, sum snurraði út frá málinum, heldur inn móti málinum.

Í næsta álopinum var langur bóltur sendur úr vinstru hjá B68, og fram móti HB-málinum, har Jørgen Nielsen brádliga kom at standa púra fríur, men at síggja til var hann í tvístøðu, hvat hann skuldi gera, og tí kom bólturin á knæið, og so hevði Teitur Gestsson ongar trupulleikar at fáa fatur á bóltinum.

Málleyst eftir 90 minuttir, og so skuldi longd leiktíð til at finna vinnaran í hesari finaluni um Løgmanssteypið anno 2023.

Í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini fekk B68 einasta veruliga málmøguleika, tá innskifti Esmar Clementsen breyt ígjøgnum í vinstru. Hann legði bóltin útfrá til Jørgen Nielsen, men HB-verjan fær vart fyri í síðstu løtu.

Í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini var tað HB, ið fekk fyrsta góða málmøguleikan, tá Adrian hevði góða tíð at stilla kanónina hjá sær inn til gott skot. Bólturin fekk tað eyðkenda knekkið, men Benjamin Schubert fekk boksa bóltin burtur av vandaleið.

Løtu seinni var tað aftur B68, ið kundi farið avstað við steypasigrinum, tá B68, rættiliga tilvildarliga, brádliga var í yvirtalsstøðu frammanfyri HB-brotsteigin. Villiam Klein hevði møguleika at spæla onkran av sínum viðspælarum meira frían, men valdi heldur at skjóta sjálvur, men skotið fór beint við síðuna av.

Les eisini...  JÖRÐ: Ein nýtíðar mýta

Meira hendi so ikki í longdu leiktíðini, og so skuldi dysturin avgerast við brotsspørkum.

Í brotssparkskappingini gjørdist Teitur Gestsson stóra hetjan, tá hann bjargaði skotinum frá Sebastian Lau Nielsen. Samstundis skoraðu HB-arnir upp á øll síni brotsspørk, og tí er HB steypavinnari fyri 29. Ferð í søgu felagsins. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Jákup Martin Joensen er steypavinnari í bestu deildini.

Beint eftir, at finalan um Løgmanssteypið varð avgjørd við brotsspørkum, var nógv fýrverk og neyðbluss at síggja aftanfyri norðara málið, og so er spurningurin, um tað vóru HB-viðhaldsfólk ella fólk úr B36-leguni, sum halda ársveitslu í kvøld, ið skutu fýrverkið, tí steypasigurin hjá HB hevur samstundis við sær, at B36 aftur sleppur út í Evropa at spæla komandi kappingarár.