Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur suðuramerikanskur meistari

Teir trílittu vunnu kappingina í Suðuramerika, sum svarar til UEFA Champions League.

Í kvøld møttust argentinska Boca Juniors og brasilska Fluminense á Maracanã leikvøllinum í Rio de Janeiro. Boca Juniors við m.ø. Sergio Romero og Edinson Cavani (báðir Manchester United), meðan Flæuminense kundi vísa á Marcelo (Real Madrid) og Filipe Melo (Juventus). Liverpool hevur víst áhuga fyri nr. 7 og miðvallarleikarin hjá Fluminense, Andre.

Boca Juniors hevði ellivu ferðir vunnið seg í finaluna um Copa Libertadores og vunnið seks ferðir, meðan Fluminense ikki megnaði at koppa equadorianska LDU Quito í 2008.

Bæði liðini løgdu varisliga út, har Edinson Cavani hevði fyrsta málmøguleikan, men valdi heldur at avlevera heldur enn at skjóta upp á mál. Í 36. minutti var tað so argentinin hjá Fluminense, Germán Cano, sum ikki kundi bríkast í heimlandinum, ið legði heimaliðið á odda.

Í seinna hálvleiki javnaði peruanski høgri bakkurin hjá Boca Juniors, Luis Advíncula, við einum vøkrum máli, har hann rak tvørtur um brotsteigin og við vinstra beini legði bóltin inn við handaru stong.

Neyðugt var við tvær ferðum 15 minuttir fyri at finna ein vinnara. Innskifti John Kennedy skoraði sigursmálið í 100. minutti og tá hann fegnaðist ov leingi saman við fjepparunum, so varð hann tveittur út, tí hann fekk seinna gula kortið.

Tað er ofta rok í sambandi við Copa Libertadores og í kvøld var onki undantak. 6 minuttir í yvirtíðini av fyrra hálvleiki í umdystinum fekk kolumbiksi Frank Fabra reytt kort fyri at sláa Nino, liðskiparan hjá Fluminense.

Endin varð, at Fluminense vann fyrsta Copa Libertadores steypið í søgu felagsins og Boca Juniors hevur tapt tríggjar tær seinastu finalurnar (2012, 2018 og 2023).