Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt sindur um Fluminense FC

5. februar 2020 vitjaðu 10 føroyskir venjarar nú nýklakta suðuramerikanska meistaran, Fluminense FC, í Rio de Janiero og tað var ein sera áhugaverd vitjan.

Vit vitjaðu hjá Fluminense Football Club ella Teimum trílittu (hvítt, reytt og grønt), sum teir eisini kallast eftir litunum, sum teir hava brúkt síðani 1920. Fluminense varð stovnað 21. juli 1902 sum fyrsta felag í Rio. Oscar Cox, sum var av enskum uppruna, hevði lisið í Lausanne og tá ið hann kom aftur til Rio, hevði hann fótbóltsspælið við sær, og skipaði fyrsta fótbóltsdystin í státinum Rio de Janeiro tann 22. september 1901. Seinni spældi liðið hjá Cox ímóti liðnum hjá Charlie Miller, sum hevði byrjað fótbóltsspælið í São Paulo. Oscar Cox gjørdist eisini fyrsti forseti í felagnum.

Í 1911 førdi ein illstøða millum Fluminense leikarar við sær, at grannafelagið Flamengo varð stovnað. Grannauppgerðin millum Fluminense og Flamengo er tiltikin og ein av teimum størstu í søguni. Trý ár seinni spældi Brasil sín fyrsta landsdyst á heimavøllinum hjá Fluminense, Estádio das Laranjeiras, í Rio de Janeiro. Tað var eisini heimavøllurin, tá felagið vann sítt allarfyrsta meistaraheitið í 1919

Í dag spælir liðið í fremstu brasilsku deildini, hevur heimavøll á Maracanã Stadium, sum rúmar 78.838 áskoðarum, og hevur latið 5. flestar landsliðsleikarar til brasilska landsliðið gjøgnum tíðirnar. 20 uppaldir leikarar vóru í Serie A hópinum hjá Fluminense í 2017, 14 í 2018, 16 í 2019 og 16 í 2020 eru komnir gjøgnum ungdómsdeildina. Í dag er tað krav, at øll Serie A skulu hava kvinnulið fyri at kunna luttaka í Copa Libertadores.

4 ferðir hevur Fluminense verið brasilskur meistari, seinast í 2012. Teir vóru í finaluni um Copa Libertadores í 2008 og Copa Sudamericana í 2009.

Les eisini...  Enski fótbóltsflakkarin avgjørdi EL Clásico

Hóast fótbóltsspælið var fremsta aðalmál hjá felagnum frá uppruna, so fevnir Fluminense í dag um 16 ymiskar ítróttagreinar, har fótbóltsdeildin í felagnum vann 34 titlar í 2019.

Vit vitjaðu venjingarmiðstøðina, Xerém, sum liggur langt burtur frá miðdeplinum í Rio, har Fluminense hevur 6 almennar vøllir. Í Xerém  er pláss er fyri 100 búgvandi ella 300 leikarum íalt. Summir búgva 4 tímar harfrá, men viðhvørt búgva familjurnar í býnum. Leikarar undir 14 ár kunnu ikki búgva har og tí mugu familjurnar mugu flyta hartil. Leikararnir ganga í vanligum skúla og leiva eitt vanligt lív. Skúlagongdin er sera týdningarmikil. Leikararnir skulu fylgja við í skúlanum, so teir fáa betri lívsførleikar, bæði á vøllinum og uttanfyri.Tað er eisini góð hjálp, tá teir skulu víðari í lívinum, bæði sum yrkisleikara og í framtíðini sum heild. Hetta hevur felagið eftirlit við. Teir kunnu liva av at spæla fótbólt við U16 og U20 liðnum.

Í felagnum máta tey alt møguligt og vísa tað á talvu í gongini. Felagið hevur ein ófatiliga stóran skara av serútbúnum fólki og hjálparfólki, har royndir og útbúgving eru eitt pluss. Millum venjararnir eru fleiri fyrrverandi leikarar og útbúgving av venjarum er sera umráðandi. Felagið hevur altjóða fótbóltsskúla fyri einstaklingar, lið og venjarar, sum kunnu fáa skeið í 1-4 vikur.

Í brasilskum mátistokki liggja Copacabana, Flamengo og Fluminense rættiliga tætt við hvørt annað. Alt liggur innan fyri 46 minuttir ella í ein radius á á 54 km.