Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reyð steypafinala

Søguligir toftamenn ella svangir havnarmenn?

Síðani 1955 hava føroysku liðini kappast í einari steypakapping. Frammanundan høvdu liðini eisini kappast um eitt nú Von Mehren-steypið (1911-14), Coates-steypið (1913-16) og Bulldog-steypið (1930-32). Hesar kappingar kunnu kanska javnmetast við FM, sum ikki byrjaði fyrr enn í 1942.

TB vann bæði von Mehren-steypið og Bulldog-steypið, MB vann Coates-steypið, meðan KÍ vann fyrsta FM.

Í 1954 handaðu íslendsku feløgini, Hørður og Vestri, HB eitt prýðiligt silvurbikar til tey føroysku feløgini at kappast um. HB vann fyrsta árið og hava síðani vunnið heilar 28 ferðir. í dag stendur HB fyri 42. ferð í steypafinaluni, meðan B68 bert eina ferð hevur verið partur av finaluni. Tað var í 1995, har B68 tapti 1-3 fyri HB.

Spennandi verður, um B68 fyri fyrstu ferð í søgu felagsins skal vinna steypafinaluna ella HB vinnur fyri 29. ferð.

Steypafinalan byrjar kl. 17 á Tórsvølli.