Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bókaframløga: Myndprýdda skaldsøgan “Toran Gongur”

Rakel Helmsdal útgevur nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda. Bókin verður løgd fram á Listasavninum mikukvøldið 8. novembur kl. 19.

Rakel Helmsdal útgevur nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.

Bókin verður løgd fram á Listasavninum mikukvøldið 8. novembur kl. 19.

Solveig Hanusardóttir Olsen tosar við Rakel um bókina og myndirnar, og &Bartal spælir nøkur løg.

Bókin verður til sølu fyri serprís, og Kafé List verður opin, har til ber at keypa ein kaffimunn og okkurt gott aftur við.

Myndirnar í bókini eru listagrafikkur við cyanotypiprenti, turrnálsprenti og akvarell. Eitt úrval av myndunum verður sýnt fram, og møguleiki er at keypa myndirnar.

Tiltakið er alment og ókeypis!

Um bókina: Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Bókin snýr seg um fólk í øllum aldri og kann verða lisin av øllum heilt niður í umleið 10 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.