Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mads Boe Mikkelsen og Adrian Justinussen við aftur á landsliðnum

Her er landsliðshópurin, sum er úttikin til dystirnar móti Norra og Albania

Í morgun var landsliðsúttøka í FSF-húsinum, tá Håkan Ericson kunngjørdi hópin móti Norra og Albania, har fyrri dysturin er ein venjingardystur, sum verður spældur í Olso tann 16. November, meðan seinni dysturin, ið er úti móti Albania tann 20. november, er seinasti undankappingardystur í hesari EM-undankappingini, har Føroyar eru niðast við einum stigi.

Í mun til seinastu landsliðsúttøku, so eru tveir nýggir mans við, meðan Bartal Wardum úr HB og Stefan Radosavlovic úr Sligo Rovers ikki eru við hesa ferð.

Nýggir – ella nýggir, gamlir kenningar – á landsliðnum eru Mads Boe Mikkelsen, KÍ, og Adrian Justinussen úr HB, sum mong hava spurt eftir á landsliðnum.

Hópurin sær soleiðis út:

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Adrian Justinussen, HB

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (USA)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)