Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tjóðveldi í 2021: Vit fara ongantíð at taka undir eini lóg sum skerjir verkfalsrættin

Videobrot frá 2021 verður nógv deilt á sosialum miðlum í hesum døgum, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur, at Tjóðveldi fer ongantíð, ikki undir nøkrum umstøðum, at taka undir við eini lóg, sum skerjir verkfalsrættin hjá fakfeløgunum

“Politiska skipanin í Føroyum er við at køva seg sjálvum – av berum atgerðarloysi. Ongin flokkur er betur enn annar. Siga og lova eitt meðan tey eru í andstøðu. Siga og gera eitt annað, tá tey fáa ábyrgd og politiski veruleikin rakar”.

Soleiðis skrivar Ingi Samuelsen í seinastu oddagreinini í “blaðnum” Vikuskifti, ið er at lesa á Portalinum hvønn leygardag.

Nógv er skrivað og kjakast, síðan Løgtingið hósdagin í farnu viku atkvøddi fyri at leingja sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin, fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum, og harvið legði Løgtingið seg uppí sáttmálatrætuna millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, sum í dag hevur vart í fimm vikur, har eingin loysn tykist vera í eygsjón á trætuni, eftir at Semingsstovnurin í gjár kastaði frá sær, og heitti á partarnar um at taka størri ábyrgd fyri at finna loysnir.

Hetta hevur millum annað fingið Bjarna Djurholm, fyrrverandi tingmann fyri Fólkaflokkin, at deila eitt videobrot frá 2021, tá táverandi samgonga legði uppskot fyri tingið um at leggja upp í verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Ta ferðina kom tó ein loysn, áðrenn málið varð samtykt.

Men í samband við uppskotið í 2021, tók millum annað Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, orðið á tingsins røðarapalli, har hann legði eftir táverandi samgongu, at leggja seg uppí eitt verkfall – og harvið skerja verkfalsrættin.

“Fyri Tjóðveldisflokkin er svarið greitt, vit fara ongantíð, ikki undir nøkrum umstøðum, at taka undir við eini lóg, sum skerjir verkfalsrættin hjá fakfeløgunum”.

Videobrotið, sum Bjarni Djurholm hevur lagt á sín Facebook-vanga, sæst her:

Les eisini...  Fiskifrøðingur: Alingin kann hava ávirkan á upsastovnin