Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskiveiðuavtalan við Russland til ráðførslu í dag

Russarasáttmálin verður viðgjørdur í uttanlandsnevndini seinnapartin

Uttanlandsnevndin í Løgtinginum fer í dag at hava fund um fiskiveiðuavtaluna við Russland.

Fundurin verður í dag, seinnapartin, klokkan 15.

Klokkan 15.15 kemur løgmaður, Aksel V. Johannesen, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, til ráðførslu.

Uttanlandsnevndin 
Uttanlandsnevndin gevur landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar og gevur annars Løgtinginum tilmæli í útlendingamálum, øllum uttanlands- markna- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark.

Innihaldið í ráðførslunum er í flestu førum loyniligt.

Fastir limirLeikluturVaralimir
Bjarni Hammer (farloyvi)FormaðurHenrik Old
Bárður á Steig NielsenNæstformaðurEyðdis Hartmann Niclasen
Liljan WeiheHervør Pálsdóttir
Annika OlsenErling Eidesgaard
Sólvit E NolsøKarlot Hergeirsson
Jacob VestergaardBeinir Johannesen
Jenis av RanaSteffan Klein Poulsen
Kelda: logting.fo