Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinta og Uni eru Føroyameistarar

Leygardagin var mantanarhúsið í Fuglafiðrið karmur um FM í dart, kappast var hjá kvinnum og monnum og eisini var kappast í tvímansleiki. Byrja var kl 11 við teimum leikarum ið ikki vóru styrkismettir. 48 menn og 6 kvinnur fóru í eldin, fyri at møta teimum 16 styrkismettu monnunum og teimum 4 styrkismettu kvinnunum. Ikki var væntandi at nakar av teimum, ið møtti kl 11, skuldu koma á stóra pallin seinni um kvøldið, men har fóru flest øll skeiv, tí á kvinnusíðuni hendi tað óvæntaða.

Jan McIntosh (HDF) - Esmar Mikkelsen (Pílar og Skot) og Una Árting (HDF) - Allan við Rætt (D9)
Jan McIntosh (HDF) – Esmar Mikkelsen (Pílar og Skot) og Una Árting (HDF) – Allan við Rætt (D9)

Beinta triða árið á rað

Í bólkaspælinum hjá kvinnunum, ímillum tær ikki styrkismettu var ógvuliga spennandi, og vóru nógvir dystir í komu út í seinasta setti, ikki var vænta at nøkur teirra fór at koma langt, men tær spældu fyri sínum kjansi, bólkin vann yngsti kvinnuleikarin Jóna Miðalberg og Maibritt Hvíthamar gjørdist nr 2

Teir 4 landsliðsleikarnir Beinta Joensen – Nadja Tróndardóttir – Birthe Sikivat og Joan Edvør Jacobsen komu inn í kappingina seinni enn hinar. Og vóru tær styrkismettar beinleiðis til fjórðingsfinaluna. Her var serliga dysturin ímillum Joan Edvør og Jónu ið gjørdist spennandi, men Joan Edvør helt høvdið kalt í avgerðandi settinum og vann 4-3. Beinta og Nadja avgreiddu sín setning og so var tað dysturin ímillum tær baðar fyrrvernadi FM vinnarnar Birthe Sikivat (2020) og Meibritt Hvíthamar (2017) Birthe var sum trið styrkismett favorittur av vinna, men Maibritt lat ongan iva verða um, at hon var komin til Fuglafjarðar eftir FM steypinum og vann trygt 4-1.

Í hálvfinalunum møttust Beinta Joensen (KDF) og Joan Edvør Jacobsen (VDF) Sjálvt um Joan fleiri ferðir í kappingarárinum hevur arga Beintu, so var einki at gera her, Beinta vann 4-1. Hin hálvfinalan var ímillum Nadju Tróndardóttir (ADF) og Maibritt Hvíthamar (HDF) Nadja er nyggj í dart, hetta er hennara fyrsta kappingarár, men hon hevur víst, at við hørðum arbeiði, so kann ein koma langt, hetta hevur givið henni pláss á landsliðnum, og eisini var hon av fleiri vænta at vinna FM í ár. Men Maibrtt vildi tað annaðleiðis og vannn 4-2

Les eisini...  10'arin fyrri tímin um ólavsøkudyst(ir) og Evropa dystir.

Finalan var sostatt ímillum Nr 1 á styrkilistanum Beintu Joensen óg Maibritt Hvíthamar. Finalan gjørdist spennandi, og kom Maibritt á odda 1-0, aðrenn Beinta tók tvey sett í trekk. Maibritt javnaði síðani til 2-2, aðrenn Beinta ongan iva lat verða um, at hon er besti spælari í Føroyum, og vann sikkurt tvey tey seinastu settini. Og gjørsist harvið føroyameistari triða árið á rað

Beinta og Uni eru Føroyameistarar
Beinta og Uni eru Føroyameistarar

Endiliga vann Uni

Eins og hjá kvinnunum, so var bólkaspæl fyst, har 48 leikarar skuldu kappast um at møta teimum 16 ið hava verið bestir ígjøgnum árið. Tá komið var fram til Top 32 vóru eisini 13 av teimum 16 leikarunum ið hildu styrkismetingina.

Longu í áttandapartsfinaluni vóru nógvir spennandi dystir, serliga dysturin ímillum Una Árting og fyrrverandi fleir falda FM vinnaran Remy Gaardlykke bleiv spennandi. Remy kom á odda 3-0, og Uni bardi seg upp á 3-2 aðrenn Remy kom á odda 4-2. Nú væntaðu tey flestu at Uni var knekkaður, men við eini ótrúligari styrki vendi hann dystinum og vann 5-4. Hinar áttandapartsfinalurnar vóru nøkulunda sum vænta.

Tá komið var fram til fjóringsfinalurnar vóru dystirnir hesir

Jan McIntosh – Marjus Hansen 5-0

Esmar Mikkelsen – Jón Johansen 5-4

Uni Árting – Gunnar Mouritsen 5-2

Allan við Rætt – Jan Erik Fjallstein 5-3

Ikki tey heilt stóru yvirraskilsini, men tó vóru dystirnir sum Esmar og Allan vunnu sera spennandi og kanska eitt sindur yvirraskandi at baðir vágamennirnir Jón og Jan Erik longu ruku út, men teir møttu sterkum mótstøðumonnum.

Beinta Joensen - Nadja Tróndardóttir - Birthe Sikivat og Joan Edvør Jacobsen
Beinta Joensen – Nadja Tróndardóttir – Birthe Sikivat og Joan Edvør Jacobsen

Hálvfinalurnar vóru so ímillum Jan McIntosh (HDF) – Esmar Mikkelsen (Pílar og Skot) og Una Árting (HDF) – Allan við Rætt (D9) Jan og Uni gjørdu bart her og vunnnu ávíkavist 6-1 og 6-3

Les eisini...  Lions Tórshavn latið peningagávu til jólahjálpina hjá Barnabata

Yvir 12 tímar aftana at fyrsti pílurin var kastaður, var so finalan ímillum liðfelagarnar og landsliðsleikarnar Jan McIntosh og Una Árting. Fá ið fylgdu við góðu Una tann stóra møguleikan at vinna, ikki tí at Uni er ein frálíka góður dartleikari, men tað at Jan ikki hevði tapt ein cup dyst í Føroyum í yvir 3 ár talaði sína søk. Finalan skuldi spælast yvr 13 sett og gjørdist hon rættiliga spennandi. Baðir fylgdust allan vegin, og við støðuni 4-5 til Jan vendi Uni dystinum og tók 3 tey seinastu settini og vann 7-5, harvið gjørdist Uni Árting FM vinnari 2023

Úrslitini vóru hesi

Kvinnur

Nr 1 Beinta Joensen (KDF)

Nr 2 Maibritt Hvíthmar (HDF)

Nr 3 Nadja Tróndardóttir (ADF)

Nr 4 Joan Edvør Jacobsen (VDF)

Menn

Nr 1 Uni Árting (HDF)

Nr 2 Jan McIntosh (HDF)

Nr 3 Allan við Rætt (D9)

Nr 3 Esmar Mikkelsen (Pílar í Skot)

Tvímansleikur

Nr 1 Jan McIntosh og Uni Árting (HDF)

Nr 2 Jan Erik Fjallstein og Jón Johansen (VDF)

Nr 3 Petur Thomsen og Gunnar Mouritsen (HDF)

Nr 3 Allan við Rætt og Heri Kallsoy (D9)

Jan McIntosh - Marjus Hansen 5-0 - Esmar Mikkelsen - Jón Johansen 5-4 - Uni Árting - Gunnar Mouritsen 5-2 - Allan við Rætt - Jan Erik Fjallstein 5-3
Jan McIntosh – Marjus Hansen 5-0 – Esmar Mikkelsen – Jón Johansen 5-4 – Uni Árting – Gunnar Mouritsen 5-2 – Allan við Rætt – Jan Erik Fjallstein 5-3