Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 leitar eftir spælarum á sosialum miðlum

Teir hvítu í Havn hava tørv á miðverjum, miðvallarum, vongspælarum og áleyparum

Føroyska kappingarárið í fótbólti er júst endað farna vikuskiftið, tá HB vann 29. steypafinalusigurin í søgu felagsins. Hetta hevði eisini við sær, at B36, ið annars endaði nummar fýra í landskappingini, fær seinasta evropeiska plássið, eftir at HB vann steypakappingina.

Tá B36 fer undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, so er greitt, at svenski Isak Jönsson, ið kom til B36 undan hesum kappingarárinum, ikki fer at spæla við B36 næsta ár.

Eisini er ivamál um Sonna Ragnar Nattestad, sum ikki hevur sáttmála fyri 2024, og hann hevur verið settur í samband við eitt skifti til 07 Vestur, sum eftir øllum at døma missir Daniel Obbekjær. Hansara sáttmáli gekk út tann 31. oktober.

Sostatt er líkt til, at B36 skal hava tveir nýggjar miðverjar til komandi kappingarár, og felagið úr Havn brúkar kanska eitt sindur øðrvísi tilgongd at fáa fatur á spælarum, tí verður hugt inni á X, sum er fyrrverandi Twitter, so sæst, at felagið hevur brúk fyri nýggjum spælarum til næsta ár.

Sagt verður, at felagið fer at spæla Conference League fótbólt komandi ár, og hevur havt góð úrslit úti í Evropa seinastu árini.

Felagið hevur tørv á á miðverjum, miðvallarum, vongspælarum og áleyparum, sæst at lesa her:

https://twitter.com/to_amajewski/status/1721614165389811866

Undir hesum uppslagnum er tað ein brúkari, ið spyr, hví føroyskur fótbóltur og toppfelag í Føroyum hava tørv á at fara út á Twitter, at finna sær nýggjar spælarar, nú føroyskur fótbóltur – sambært hesum brúkara – er í rívandi menning.

Viðkomandi, ið hevur gjørt hetta uppslagið, har leitað verður eftir spælarum til B36 skrivar, at føroyska fótbóltsdeildin er í menning, men har eru enn nógvar forðingar á vegnum, men at tað fer at verða betur við tíðini.

Les eisini...  Frá skrell til skrukk  

– Við at gera hetta uppslagið, so vóni eg at skapa áhuga. Spælarar sum Taufee Skandari eru at finna allastaðni. Eg vil ráða tær til at seta teg inn í søguna, hvussu hann kom til B36, skrivar brúkarin, sum hevur gjørt uppslagið, har leitað verður eftir fótbóltsspælarum til B36 til komandi kappingarár.

Eftir at FM1 skrivaði um hetta fyrr í dag, so er uppslagið tikið av X.

(Dagført klokkan 15:32)