Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

1504 síður á føroyskum við Michel de Montaigne

Í dag kemur triðja og seinasta bókin í røðini ”ESSAY” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum, ið Eilif Samuelsen hevur týtt

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú ber til at lesa kendasta verk hansara á føroyskum mál í heilum líki.

Fyrsta bókin kom út fyri tveimum árum síðani og onnur bókin fyri ári síðani. Við triðju bókini er “ferðin ígjøgnum Montaigne” komin at enda.

Samlað eru 107 essay – sera ymisk til longdar og í innihaldi. Verða síðurnar í hesum trimum bókum taldar saman, eru nú 1504 síður eftir Michel de Montaigne týddar til føroyskt.

Hetta er tveyogtjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Føroyaprent hevur greitt hesa og allar hinar bøkurnar til prentingar og prentað tær