Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

LORTIÐ (La Merda) í LØKSHØLL 11. og 12. november 2023

Eftir at hava spælt fýra sýningar í Norðurlandahúsinum, so verður møguleiki fyri eisini at síggja leikin í Løkshøll

Nú verður aftur møguleiki at uppliva hendan leikin har unga kvinnan situr á pallinum og hevur orðið í meira enn ein tíma. Leikhús SKIFT og GUT//productions skipa fyri tveimum sýningum í Løkshøll tann 11. og 12. november báðar dagar klokkan 16.00.

Einsamøll situr kvinnan á pallinum, meðan orðini floyma úr henni. Hon fortelur um, at hon vil hava sukse. Hon vil MEYKA DA. Hon er tilreiðar at gera tað, sum skal til fyri at náa tey mál, hon hevur sett sær og hon trýr uppá, at um hon bara kýtir seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað – MEYKA DA.

Tað er Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini. Leiklistaliga præstatiónin hjá henni verður rópt eitt bragd og millum annað er sagt um leikin:

Lortið fær fimm stjørnur frá mær”. Høgni Djurhuus, Sosialurin 20.10.2023

“Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D.Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverk.Kinna Poulsen, Listaportal.com 13. okt 2023

Durita Dahl Andreassen má upplivast. Elisa Vang, facebook 14.10.2023

Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór listNiels Uni Dam, Vágskálin KvF 18.10.2023

“Tað sterka í leikinum er kroppurin, sum manifestatión og ritual. Ræðandi og innbjóðandi.

Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 11.10.2023

Eg eri faktiskt ordiliga rørd, tí hetta var eitt ramaskríggj frá einari ungari kvinnu, sum eg haldi faktiskt, at eg kenni meg aftur íGunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF 18.10.2023

Les eisini...  HB-EB/Streymur beinleiðis á FM1 á fríggjakvøldið

Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatiónGulla Øregaard, Vágskálin KvF 18.10.2023

 Fotomyndina tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré

https://loksholl.fo/events/event/564