Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tíggju nummarplátur kliptar í nátt

Løgreglan hevur verið úti í høvuðsstaðarøkinum í nátt og klipt nummarplátur

Nógvar nummarplátur hava verið kliptar í seinastuni, og í gjáranáttina vórðu tíggju nummarplátur kliptar.

– Hetta var í miðstaðarøkinum – kring Havnina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Tá løgreglan klippir nummarplátur av akførum, so er tað tí, at eigarin av akfarinum ikki hevur goldið vektgjald, trygging – tað, ið ofta verður kallað vegskattaeftirstøður.

Vaktleiðarin greiðir frá, at løgreglan hevði fingið eina fráboðan í morgun, at ein seyður lá yvirkoyrdur á vegnum omanfyri Kvívík.

– Talan er um ein myrkan seyð, so bilførarin hevur kanska ikki sæð seyðin, áðrenn ov seint var, greiðir vaktleiðarin frá.