Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víðagitin íslendskur rithøvundur hitar upp til Bókadagar

Sum upphiting til Bókadagar 2023 og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, vitjar Jón Kalman Stefánsson í Norðurlandahúsinum 16. november, kl. 17. Tiltakið er ókeypis

Jón Kalman Stefánsson kom fram á fyrsta sinni í 1988 og hevur síðani tá givið bæði yrkingasøvn, stuttsøgur og skaldsøgur út, og eru tekstir hansara blivnir týddir til fleiri ymisk mál. Í Norðurlandahúsinum fer hann at greiða frá tríbókaverki sínum, Himmal og helvitiHarmur einglanna og Hjarta mansins – eitt verk, sum ikki einans hevur hugbundið lesarar í Íslandi og í Føroyum, men kring allan heim.

Hetta tríbókaverkið úr Íslandi er eitt framúrskarandi epos um eydnu og óeydnu og sorg og kærleika. Hørðu lívskorini hjá íslendingum at stríðast fyri at lívbjarga sær í karga umhvørvinum eru týðandi tættir í tríbókaverkinum, og frásøgnin er merkt av lýsingum av ógvusligum kenslum og lagnutungum avgerðum, tó eisini av gerandislýsingum, sum mangan standa lið um lið við tað forniska.

Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava samtal við Jón Kalman Stefánsson. Harumframt fer Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.

Jón Kalman Stefánsson hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín bæði í Íslandi og í øðrum londum. Hann hevur fleiri ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Seinni hetta kvøldið, 16. november, kl 20, vitjar Jón Kalman Stefánsson Glyvra kirkju. Báðar vitjanirnar eru lagdar til rættis í samstarvi við Aðalkonsulát Íslands í Føroyum.