Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtt graslíki lagt á sparkivøllin í Søldarfirði

Tá graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í Runavík í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti, sum eftir ætlan skal brúkast til at skifta graslíki á teimum mongu sparkivøllunum í kommununi

Tá graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti og tikin av, og nakað seinni fluttur út til fleiri av sparkivallunum í kommununi.

Fleiri av gomlu vøllunum høvdu svart gummigranulat, og tað hevur í nógv ár verið eitt ynski at fáa aðrar vallir. Samstundis skuldi gamli vøllurin við Løkin beinast burtur so ella so.

Heldur enn at tyrva ella brenna gamla vøllin varð avgjørt at royna at endurnýta graslíkið í tann mun, tað bar til.

Fyrsta royndin er um dagarnar gjørd á sparkivøllinum í Søldarfirði.

Taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, sum mangan roynist væl, tá uppgávur skulu loysast skjótt og væl, tók eisini hesa uppgávuna á seg – at leggja gamla graslíkið út og líma tað.

Vøllurin er nú nærum klárur at nýta aftur, og nú við grønum granulati. Í framtíðini kunnu børn og vaksin í økinum tí spæla á sama graslíkinum, sum í eini níggju ár var álitið hjá hetjunum við Løkin.

Kelda og myndir: Runavíkar kommuna