Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pápin hjá Luis Diaz er leyslatin av fólkarænarunum

Liverpool-spælarin hevur fingið tey bestu tíðindini at vita nú seinnapartin

– Vit frøast um, at pápin hjá Luis Diaz er komin aftur, og hann er í tryggum hondum. Vit vilja takka øllum, ið hava verið partur av at tryggja leyslatingina, skrivar Liverpool FC í einum boðum á heimasíðuni hjá enska felagnum.

Fyrr í dag skrivaðu miðlar í Kolombia, at ein tyrla við umboðum frá katólsku kirkjuni í Kolombia, umframt umboðsfólk frá ST, fleyg til fjallalendið, Serrania del Perija, fyri at heinta Diaz, eldra.

Tað var geriljabólkurin ELN (Ejército de Liberación Nacional), sum burturflutti foreldrini hjá Liverpool-spælaranum, Luis Diaz, í endanum av oktober.

Mamman varð latin leys nakrar dagar eftir burturflytingina, men ikki fyrr enn í dag bleiv pápin leyslatin av fólkarænarunum.

Liverpool spælir í kvøld Conference League-bólkadyst í Fraklandi í kvøld ímóti Toulouse, og Luis Diaz er við í hópinum, sum hevur ferðast til Fraklands í gjár í samband við dystin.