Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nærum sætti hvør lærari hevur nýtt kjattmenni í undirvísingarfyrireikingini

Kjattmenni (ChatGPT, Bing Chat o.sfr.) sníkir seg spakuliga inn í fólkaskúlarnar. Hetta vísir kanning, sum er gjørd í samband við árligu Læraradagarnar í Norðurlandahúsinum, sum Nám skipar fyri. Evnið hesaferð er talgildisbúgving

Í døgunum 7., 8. og 9. novembur vórðu læraradagar í Norðurlandahúsinum, ið Nám skipaði fyri.

Høvuðsevnið hesa ferð var talgildisbúgving.

Skráin var tann sama allar tríggar dagarnar. Hon var rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning.

Í sambandi við Læraradagarnar, hevur Undirvísingarstýrið gjørt kanning, har 484 lærarar hava svarað spurningum um í hvønn mun lærarar brúka ChatGPT, Bing, kjattbottar og talgild amboð í undirvísingarhøpi.

Kanningin vísir, at hóast stutt tíð er fráliðin, síðan vitlíki (AI) og kjattmenni komu á almenna kt-pallin, hevur nærum sætti hvør lærari brúkt kjattmenni til undirvísingarfyrireiking, og átta prosent av lærarunum hava vegleitt næmingum í at brúka kjattmenni.

– Ein meiriluti av lærarunum eru stúrnir um, at kjattmenni og vitlíki (Artificial Intelligence) fara alsamt at taka meira yvir í undirvísingini og innlatingum. Tó hava bert trý prosent av lærarunum higartil brúkt kjattmenni í sjálvari undirvísingini, skrivar heimasíðan skulin.fo.

Kanningini vísir eisini, at lærarar halda vansarnir við at nýta talgild amboð í undirvísingini eru serliga vantandi persónliga samveran, vantandi kritiska hugsan hjá næmingunum, og at næmingar hava ilt við at hugsavna seg. Fyrimunirnir eru tó, at KT nýtslan í undirvísingini skapar eina meira fjølbroytta undirvísing og er eitt stuðlandi amboð hjá lærarum.

Sambært kanningini, so hava tveir triðingar av skúlunum leiðreglur/politik fyri kt-nýtslu, og ein triðingur av skúlunum, har hesir lærarar starvast, hava eina námsfrøðiliga ætlan fyri kt-førleikar hjá næmingum.

Øll úrslitini frá kanngini síggjast her.