Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vil vita meira um kt-nýtsluna í skúlanum

Formaðurin í Føroya Lærarafelag kundi hugsa sær at vita meira um kt-nýtsluna í fólkaskúlanum

Í samband við læraradagarnar, sum vóru í november, gjørdi Undirvísingarstýrið eina kanning av kt-nýtsluni og ymiskum í samband við kt í fólkaskúlanum, har 484 lærarar svaraðu upp á 16 spurningar um kt-nýtslu.

– Fleiri úrslit í kanningini eru áhugaverd, men eg kundi sum heild hugsað mær neyvari og djypri vitan um fleiri spurningar og svar. Øll svarini kundu verið útdýpað meiri og givið okkum meiri ítøkiliga vitan, og tað kundu tey, um Undirvísingarstýrið fylgir hesi kanningini upp, og fer aftur um svarini og tosar við ymsu lærararnar og ger eina kvalitativa kanning, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, við Skúlablaðið.

Hann heldur, at ein kvalitativ kanning hevði verið við til at økt tilvitið um kt-nýtsluna, og nær tað gevur meining at brúka tøkni í skúlanum.

– Soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu árini, so hava skúlar ognað sær nógv talgild amboð. Tøknin er onkursvegna trýst inn í skúlarnar, og lærarar eru so at siga noyddir at brúka hana, uttan at teir vita fyri vist, hvussu og um hon tænir undirvísingini og næmingunum, sigur hann.

Kt er komið í nýggju støðisnámsætlanina, men formaðurin í Føroya Lærarafelag hevði viljað, at tað varð kunnað meira um henda nýggja partin í námsætlanini.

– Eftir mínum tykki hevði tað verið gott, um tíð varð brúkt at kunna allar lærararnar um tað nýggja við kt í støðisnámsætlanini, tí eg ivist í, um lærarar eru nóg væl kunnaðir um broytingina og tí kunnu laga dagligu undirvísingina til  námsætlanina, tá ið talan er um kt. Somuleiðis hava vit brúk fyri greiðum reglum um kt-nýtsluna, um internetið skal vera opið fyri næmingunum, sigur hann við Skúlablaðið.

Les eisini...  Vøruhúsið byrjar nýggja deild

Kelda: Skúlablaðið