Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsleikari frá Jehova bankar uppá

Í september 1969 segði hann eina lovandi fótbóltslívsleið frá sær fyri at gerast limur í Jehova vitnum.

Tað finnast úrvalsítróttafólk sum systrarnar Serena og Venus Williams, sum hoyra til Jehova vitni. Feskasta dømi um fótbóltsleikara, sum er givin orsakað av átrúnaðarligum orsøkum, man vera russiskt-føddi Andriy Nesmachnyi, sum ikki vildi syngja ukrainska tjóðsangin ella leggja hondina á hjartað undir HM 2006 í Týsklandi., tí “allur heiður og lovsongur hoyrir Jehova til.” Ein annar kendur leikari úr Jehova vitnum er Bobby Tambling, sum var toppskjútti hjá Chelsea undan Frank Lampard.

Fyrrverandi rugby-leikarin, Cyril Knowles, átti sjey børn. Elstu synirnir, Cyril yngri og Peter, vóru báðir føddir í Fitzwilliam í West Yorkshire í Onglandi og báðir gjørdust yrkisleikarar í bestu ensku deildini. Cyril Knowles spældi vinstri bakkur hjá Tottenham Hotspur og Onglandi.

Talentleitarar hjá Wath Wanderers, sum í høvuðsheitum var eitt veitingarfelag hjá Wolverhampton Wanderers, løgdu merki til Peter Knowles, sum var føddur 30. september í 1945. Í 1961 spældi 16 ára gamli Knowles eitt ár við ungdómsliðnum undir kønari vegleiðing frá venjaranum hjá Wath, Mark Crook. Skjótt legði Wolves merki til Knowles, og í 1962 skrivaði 17 ára gamli Knowles undir ein 6-ára sáttmála.

Wolves-liðið hevði tá mist sína støðu millum fremstu liðini í enskum fótbólti og tí kundi felagsstjórin, Stan Cullis, lata hann spæla fyrsta dystin tíðliga í kappingarárinum 1963-64, har Wolves vann á Leicester City. Dystin eftir skoraði hann fyrsta málið hjá sær, tá Wolves fekk ein 2-2 javnleik ímóti Bolton Wanderers.

Í kappingarárinum 1964-65 endaði Wolves á næstaftasta plássi, men tað var eisini kappingarárið, har Knowles veruliga vísti seg fram sum ein klassaleikara. Tannáringurin endaði kappingarárið við at skora seks mál og hann legði upp til uppaftur fleiri.

Hóast tað gekst honum væl, so var hann ónøgdur um niðurflytingina og bað um at sleppa á sølulistan. Ynskið varð honum ikki eftirlíkað og Knowles kundi tískil byggja víðari á góðu gongdina í Wolves. Ein orsøk til, at hann ynskti at fara frá Molineux, var, at Stan Cullis, sum av fyrstan tíð hevði givið honum møguleikan, hevði fingið sekkin. Ronnie Allen tók við eftir Cullis.

Les eisini...  Áskoðaramet á Old Trafford

Í kappingarárinum 1965-66 gjørdist tað beinanvegin greitt, at Knowles var eitt vet betri enn næstan allir, sum spældu í 2. deild. Millum mongu málini skoraði hann tíðliga í kappingarárinum tvey hattrikk ímóti Carlisle United og Derby County, og tað førdi til, at hann gjørdist greiði toppskjútti felagsins.

Góða gongdin varð kortini avbrotin, tí hann fekk fyrsta stóra skaðan á fótbóltslívsleiðini. Hóast hann misti nógvar dystir, so megnaði hann at skjóta 19 mál í kappingarárinum. Hann var so ovurfegin um at hava skallað eitt mál fyri Wolverhampton í Portsmouth í februar 1967, at hann tók bóltin úr málinum og gippaði hann upp um áskoðaraplássini. Bólturin varð ongantíð funnin aftur, og Portsmouth sendi honum eina rokning áljóðandi 150 krónur. Hann rindaði rokningina. Tað var hinvegin eitt stórt vónbrot fyri Knowles, at Wolves ikki megnaði at flyta upp og hann noyddist at spæla eitt kappingarár afturat í 2. deild. Hann varð verandi á Molineux, og í kappingarárinum 1966-67 endaði Wolves á 2. plássi í 2. deild og vann sær uppflyting til 1. deild.

Hann fekk kortini afturvendandi skaðatrupulleikar, meðan hann spældi í 1. deild, og spældi bara 21 dystir og skoraði átta mál. Hann fekk tó plástur upp á sárið, tá hann varð úttikin til enska U23-landsliðið.

Í einari roynd frá FIFA at økja um áhugan fyri fótbóltsspælinum í USA, skipaði tað fyri einari smákapping, har ymsi lið úr Stóra Bretlandi fóru til USA fyri at umboða ymisk stakríki. Úlvarnir umboðaðu Los Angeles, og Knowles var við á liðnum, sum vann sína økiskapping. 21 ára gamli Knowles skoraði fleiri mál í kappingini.

Í kappingarárinum 1967-68 keypti Wolves ein nýggjan álopsfelaga til Knowles, sum kallaðist Derek “The Doog” Dougan. Knowles var nú ein viðurkendur leikari og hann stóð seg væl í bestu deildini saman við Dougan og Wolves megnaði akkurát at sleppa undan niðurflyting.

Les eisini...  Tveir mans útvístir fyri stuldur

Knowles var millum toppskjúttarnir hjá Wolves, men aftanfyri Dougan, sum skoraði 17 mál og frammanfyri Frank Wignall, sum skoraði níggju mál og varð keyptur frá Nottingham Forest. 22 ára gamli Knowles skoraði 12 mál og spældi tríggjar U23-landsdystir afturat. Nú tá HM í Mexico 1970 stóð fyri framman, ynskti Knowles aftur at sleppa á sølulistan, men enn einaferð sýtti felagsstjórin Allen at ganga ynskinum á møti.

Í kappingarárinum 1968-69 endaði Wolves á 16. plássi í stigatalvuni, har Knowles átti 2. plássið á málskjúttaralistanum aftan fyri Dougan við 11 málum.

Í summarsteðginum fór Knowles aftur til USA fyri at spæla í einari sølufremjandi deild. Hesaferð umboðaði Wolves Kansas City. Knowles skoraði fimm mál í kappingini og var við til at vinna økiskappingina á øðrum sinni.

Tá hann kom aftur til Stóra Bretlands, kom hann við einari kunngerð, sum førdi til, at fótbóltslívsleiðin fekk eina ógvusliga og óvæntaða vend. Hann gjørdist eitt Jehova vitni og málbar seg soleiðis: “Eg haldi fyribils fram við at spæla fótbólt, men eg havi onga tráan longur. Hóast eg royni mítt frægasta á fótbóltsvøllinum, havi eg brúk fyri meira tíð til at læra um Bíbliuna og tað er møguligt, at eg steðgi við at spæla fótbólt.”

Hóast tað fekk Wolves eina góða byrjan upp á kappingarárið 1969-70, tí teir vunnu fyrstu fýra dystirnar og Knowles skoraði í teimum trimum fyrstu av teimum. Síðani spældi liðið tveir javnleikir á heimavølli og tapti á útivølli fyri Coventry.  Í áttanda dystinum í kappingarárinum spældi Wolves ein 3-3 javnleik ímóti Nottingham Forest og tað var allarseinasti dysturin, sum Knowles spældi.

24 ára gamli U23-landsliðsleikarin, Peter Knowles, var nú givin at spæla fótbólt og dreymurin um at spæla ein A-landsdyst gjørdist ongantíð veruleiki, men ein røð av felagsstjórum hjá Wolves vónaðu, at Knowles onkran dagin fór at venda aftur til fótbóltsspælið og hann varð verandi sáttmálabundin við felagið næstu 12 árini. Leiðslan í Wolverhampton Wanderers kundi ikki góðtaka, at evnaríki leikarin hjá felagnum, Peter Knowles, í 1969 gavst at spæla fótbólt og í staðin gjørdist limur í Jehova vitnum, og vónaði, at hann fór at hálsa um.

Les eisini...  Johan Dahl spyr um vinnuliga menning av sjófeingi Føroya

Í juni 1982 ásannaði nýggi felagsstjórin, Graham Hawkins, kortini, at Knowles ongantíð fór at koma aftur og strikaði beinanvegin sáttmálan við tann 36 ára gamla Knowles, sum ikki hevði spælt fótbólt í 13 ár.

Í 1991 útgav fólkatónleikarin Billy Bragg sangin “Guðs fótbóltsleikari”, sum nógv hildu sipaði beinleiðis til Knowles. Sangurin finst á plátuútgávuni Don’t Try This at Home.

Eftir at hann var steðgaður, gjørdi Knowles av at liva eitt vanligt lív í Wolverhampton, har hann arbeiddi sum mjólkaseljari, flisaleggjari og vindeygavaskari. Hann arbeiddi tríggjar dagar sum vindeygavaskari og síðani gekk hann hurð til hurð sum Jehova vitni. Hansara seinasta starv var í goymsluni hjá Marks and Spencer í grannalagnum, áðrenn hann fór á eftirløn í 2010. Nakrir eldri, djarvir Wolves-fjepparar vitjaðu ofta handilin á veg til heimadystir á Molineux fyri at fáa ein sjáldsama undirskrift. Hann býr bara nakrar fáar minuttir frá Molineux.

Barnleysi Knowles var giftur í meira enn 50 ár við konuni Jean og brúkti fríløturnar til at boða Guðs orð: “Tá ið eg var yngri plagdi eg at royna alt hatta har, náttarlívið og bilarnar. Hvussu er og ikki, so havi eg roynt alt hatta,” segði hann. “Í grundini arbeiði eg, prædiki, lesi í Bíbliuni og gangi á møti – tað er mítt lív og eg eri findarglaður fyri tað.”