Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpið skal spara – kemur at merkja skránna

Kringvarp Føroya minkar um starvsfólkahópin við útvið 11 ársverkum, nú Kringvarpið ikki fær hægri játtan á fíggjarlógini. Hetta er aðru ferð upp á tvey ár, at Kringvarpið má fremja sparingar. Í 2021 vórðu umleið sjey ársverk spard burtur

– Undirskotið veksur næstu árini, um KvF ikki fremur hesar sparingarnar”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, í tíðindaskrivi.

Boðini úr Kringvarpinum í morgun eru, at Kringvarpið má fremja stórar sparingar, og tað merkir, at stovnurin má minka um starvsfólkahópin við útvið 11 ársverkum.

Inntøkurnar komandi árini standa í stað, samstundis sum útreiðslurnar vaksa. Hetta hevur við sær, at raksturin næsta ár fer at geva eitt undirskot upp á stívliga átta milliónir krónur.

Inntøkurnar standa í stað
Fólkatalsframrokningar vísa, at inntøkurnar frá kringvarpsgjaldi verða óbroyttar komandi tíggju árini. Einki bendir á, at aðrar inntøkur koma at viga upp ímóti, at inntøkurnar frá kringvarpsgjaldinum standa í stað, stendur í tíðindaskrivi frá Kringvarpinum.

Samstundis megna inntøkurnar frá gekkaspælinum ikki at bøta fyri teimum vaksandi útreiðslunum. 

Støðan er tí, at fíggjarliga grundarlagið undir stovninum av álvara ridlar.

Útreiðslurnar vaksa
KvF er í einari serstøðu sum almennur stovnur, tí stovnurin fær ikki nakra kompensatión fyri útreiðsluvøksturin í samfelagnum, staðfestir Ivan Hentze Niclasen.  

– Kringvarpsgjaldið er okkara játtan, og tað stendur í stað. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit kunnu ikki standa ímóti vaksandi útreiðslunum, sum koma av lønarhækkingum og prísvøkstrinum, sum er í samfelagnum. Tí má KVF alla tíðina niðurlaga virksemið fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur, sigur hann.

Hetta er aðru ferð upp á bert tvey ár, at Kringvarpið má fremja umfatandi sparingar. Í 2021 spardi stovnurin stívliga seks milliónir krónur. Tá vóru knappliga sjey ársverk spard burtur.

Sparingarnar raka skránna meint
Umfatandi sparingarnar fara at raka skránna meint. Kringvarpið noyðist snøgt sagt at skerja framleiðsluna av føroyskum tilfari, staðfestir kringvarpsstjórin.

Les eisini...  Sirið Stenberg vil gera pensionsmótrokningina smidligari

Talið av stórum sjónvarpsframleiðslum minkar munandi. Árliga nýggjárskonsertin og aðrar stórar framleiðslur á ítrótta- og mentanarøkinum verða spardar burtur.   

Minni orka verður til aktualitetssendingina Breddan, sum einans fer at verða send tríggjar ferðir um vikuna. Talið av tíðindasendingum í útvarpinum minkar. Timapressurnar millum klokkan 12.20 og 17 detta burtur.

Færri tónleika- og mentanarsendingar verða í útvarpinum. Talið av sjónvarpsdokumentarum minkar eisini – úr umleið 40 árliga – til umleið 25 dokumentarar árliga. Nýggi jólakalendarin, sum skuldi skrivast til barnaútvarpið, verður fyribils av ongum.

Tað er brúk fyri einum sterkum Kringvarpi
– Vit liva í eini tíð við nógvum rembingum, og tá er stórur tørvur á sterkum public service-stovnum, sum kunnu varpa álítandi tíðindi. Tí er brúk fyri einum sterkum Kringvarpi, heldur kringvarpsstjórin.

Hann heldur eisini, at mentanarpolitiskt vendir hetta eisini skeivt.

– Samstundis sum vit skerja okkara virksemi, floyma ovurstórar nøgdir av útlendskum films- og sjónvarpstilfari inn yvir okkum frá stóru, altjóða stroymingartænastunum. Tað ávirkar málførið og mentanina, og tí er alneyðugt at framleiða dygdargott tilfar á móðurmálinum til børn og ung og at kunna varpa fleiri mentanarsendingar, sigur Ivan Hentze Niclasen.  

Landsstýrið er vitandi um støðuna
Umboð fyri leiðsluna og kringvarpsstýrið hava gjørt  landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, og politisku skipanina varug við, at neyðugt er við átøkum, sum framtíðartryggja KvF, soleiðis at stovnurin í framtíðini megnar at lyfta kjarnuuppgávurnar.

Sitandi samgonga hevur í samgonguskjalinum lovað at styrkja miðlalandslagið. Enn er tó ikki greitt, nær hetta hendir, og tí slepst ikki undan at fremja sparitiltøkini.