Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan fer at hava venjingar í dag

Talan verður um eina venjing fyrrapartin, og so eina aðra venjing seinnapartin

Føroya Politi fer at hava tvær venjingar í dag – eina fyrrapartin og so eina seinnapartin. Fyrrapartin verður venjing við Bacalao á Vestaru Bryggju í Tórhavn og síðan verður venjing í – sum vaktleiðarin á løgreglustøðini nevndi tað – Gomlu Hoyvíkini fyrra- og seinnapartin í dag.

Løgreglan fer at seta upp skelti, har boða verður frá, at her eru venjingar. Vaktleiðarin vil ikki í morgun siga, hvat fyri venjingar eru á skránni, men at tað eru nøkur “konsept”, ið løgreglan fer at venja.

Talan er um venjingar, sum vit hava sæð seinastu árini, har alvápnað løgreglulið og nógv akfør verður brúkt í venjingini.

Vaktleiðarin sigur, at venjingar vera í dag, og at tær koma at halda fram til og við hósdagin, men enn er ikki greitt, um hesar eisini verða fyrrapart og seinnapart, men tað verður kunning løgd út á Facebook-vangan hjá Føroya Politi um hetta.