Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur venjingar í dag

Løgreglan fer at hava venjingar í Havn aftur í dag

Í gjár var venjing í Bacalao og uppi í Hoyvík – gomlu Hoyvíkini, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini orðaði seg í gjáramorgunin.

Tað verða aftur venjingar í dag, og væntandi fer Føroya Politi eisini at hava venjingar í morgin, hósdagin.

Løgreglan kemur í dag at hava venjingar við Bacalao á Vestaru Bryggju í Tórshavn fyrrapartin, og úti við fjósini í Havnardali seinnapartin.

Talan er um at venja ymisk “konseptir”, fyri at halda førleikarnar sum løgreglufólk við líka, greiddi vaktleiðarin frá í gjár.

Skeltir og annað verður sett upp, har venjingarnar eru.

Annars er einki at skriva heim um, tá tað kemur til døgnrapportina fyri seinasta døgnið. Ferðslan verður framvegis kannað nærhendis skúlar, og har sá alt meira ella minni gott út í gjár, og í dag er løgreglan aftur farin at kanna ferðsluviðurskifti kring skúlar í Havn, umframt í norðurøkinum, har ferðsla og har eisini hugt verður eftir, um børnini sita í trygdarbelti.