Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara 9,99 prosent upp í løn

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir ein trý ára sáttmála

Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru møttir til arbeiðis sum vanligt í morgun, eftir at semja varð undirskrivað millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið í gjár, og harvið endaði verkfallið, ið vardi beint yvir seks vikur.

Partarnir hava skrivað undir eina avtalu, ið er galdandi til og við 1. januar í 2026.

Nýggi sáttmálin ber við sær, at lønirnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum hækka við 3,80 prosentstigum fyrsta árið, sum er við afturvirkandi kraft, frá 1. januar í 2023. Tann 1. januar í 2024 hækkar lønin við 4,04 prosentstigum og 1. januar í 2025 hækkar lønin við 2,15 prosentstigum, so samanlagt hækkar lønin í alt við 9,99 prosentstigum fyri komandi sáttmálaskeiðið.

Lønartalvan hevur 15 lønarstig, har 5,50 prosent eru millum hvørt lønarstig. 

Til ber at lesa semjuna her.