Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti sjónvarpsdystur í litum

Vit eru von við at síggja fótbóltsdystir beinleiðis og í litum, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið.

FA Cup finalan send beinleiðis

Í 1938 varð FA Cup finalan send beinleiðis í sjónvarpinum, men bert 10.000 fólk áttu sjónvarp tá, so tað nervaði ikki uppmøtingina til finaluna og 93.497 áskoðarar vóru savnaðir á Wembley leikvøllinum. Preston North End við Bill Shankly á liðnum vann 1-0 á Huddersfield Town.

Dagsins dystur (Match of the Day)

Liverpool skrivaði sjónvarpssøgu 22. august 1964, tá teir á heimavølli vunnu 3-2 á Arsenal í fyrsta beinleiðis sjónvarpaða dystinum hjá BBC. “Vælkomin til Dagsins dyst, tann fyrsta av vikuligum sendirøðum á BBC Tvey. Henda seinnapartin eru vit í Beatleville.” Soleiðis ljóðaði tað í lurtitólinum, tá verturin Ken Wolstenholme bjóðaði vælkomin til Match of the Day og ein enskur varði varð skaptur, tá Arsenal vitjaði ensku meistararnir, Liverpool Football Club.

Tíðliga sama leygarkvøld stillaðu 20.000 hyggjarir inn og tað var Roger Hunt, sum skoraði fyrsta søguliga málið, sum varð víst í nýggi fótbóltssendingini Dagsins dystur hjá BBC. Gordon Wallace skoraði tvey mál afturat og teir reyðu vunnu dystin 3-2. Dysturin varð vístur á BBC2, sum ikki kundi móttakast á Merseyside, so teir 47.620 áskoðararnir, sum í veruleikanum høvdu verið til dystin, sóu ongantíð dystin í sjónvarpinum.

Europeiskir dystir í elektriskum ljósi

Liverpool luttók eisini í europeisku kappingini fyri steypavinnarar í 1965-66 og liðið náddi hálvfinaluna aftaná sannførandi dystir ímóti Juventus, belgiska Standard Liège og Honvéd frá Ungarn. Og hóast tað snúði seg um tí minni áhugaverdu kappingina í Europa, so lá eitt gátuført og fremmant dæmi yvir teimum europeisku dystunum, hesi elektrisku og spentu miðvikukvøldini baðaðu í ljósinum frá ljóskastarunum, har ongin visti, hvussu góður mótparturin var. Fjeppararnir  kendu seg drignar at tí, tí teir sóu ikki spanskan, franskan ella týskan fótbólt í sjónvarpinum, so øll liðini vóru gátufør, og tað var meira spennandi enn landskappingardystir móti eitt nú Northampton og Blackpool.

Les eisini...  Drekkivatnið er reint aftur í bygdunum í Tórshavnar kommunu

Felagið sýtti sjónvarpsupptøkum

Í kappingarárinum 1966-67 tóku trupulleikar seg upp uttan fyri vøllin, tí Liverpool avgjørdi at sýta sjónvarpsupptøkum. Orsøkin var, at felagið roknaði við, at sjónvarpsupptøkur førdu til minkandi áskoðaratal. Hóast Everton hevði somu áskoðan, so vóru Liverpool-fjepparar í øðini, tí nógvir av teimum høvdu trupulleikar við at sleppa inn á Anfield, tá ið stórdystir vóru á skránni, tí portrini vórðu stongd langt áðrenn dystarbyrjan.

Mótmæli komu úr øllum ættum, har umleið 10.000 arbeiðarar frá bilasøluni hjá Ford boðaðu frá, at um bannið ikki varð sett úr gildi, so vórðu fjepparar eggjaðir til at halda seg burtur frá øllum Liverpool dystum. Eisini komu mótmæli frá fjepparum uttan fyri Merseyside-økið, sum vístu á týdningin av sjónvarpsupptøkum, sum kundu geva Liverpool viðurkenning um alt Ongland. Endin varð, at sjónvarpsupptøkur kortini vórðu loyvdar.

Fyrsti sjónvarpsdystur í litum 

Liverpool var eisini við, tá  Dagsins dystur varpaði sína fyrstu sending í litum tann 15. november 1969. Hesaferð var West Ham gestur og enn einaferð vunnu menninir hjá Bill Shankly, tá mál frá Chris Lawler og Bobby Graham tryggjaðu ein 2-0 sigur.

Tá høvdu framvegis tey fægstu sjónvørpini litir, so frásøgumenninir máttu tryggja sær, at viðmerkingarnar vóru egnaðar til hyggjarar við bæði litum og svørt/hvítum sjónvørpum og tað gav at bíta, tí einaferð mælti John Motson tey kendu orðini: ”Til tykkum, sum hyggja í svørt/hvítum sjónvarpi, so spælir Spurs í heilgulum búna!”