Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Peter A.G. Nielsen á Voxbotn 2024

Hann hevur gjørt kendu løgini ‘Vilde Kaniner’, ‘Når jeg bliver gammel’ og ‘Mr. Swing King’

Peter A.G. stovnaði Gnags saman við beiggja sínum longu í 1966, har hann er forsangari, og hava teir útgivið 21 plátur, spælt óteljandi konsertir, vunnið virðislønir og útgivið løg, ið fólk hava tikið til sín sum fólkaogn – so hetta eru av sonnum royndir harrar.

Peter hevur eisini útgivið solo-útgávur og er javnan á konsertferð. Nú kemur hann til Havnar og gleða vit okkum til vónandi at hoyra kendu løgini ‘Vilde Kaniner’, ‘Når jeg bliver gammel’ og ‘Mr. Swing King’.

Peter A.G. er føddur í 1952, spælir bæði guitar, bass, harmoniku, klaver og syngur. Hann er pápi og abbi, hann er rithøvundur og hann er tónleikari.

Tryggið tykkum atgongumerki á www.ebillett.fo, í effo støðunum kring landið og í marknaðardeildini í sms. Í fjør var útselt og tað vænta vit aftur í ár.

OY Voxbotn 2024 í samstarvi við Posta, Bank Nordik, eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, nema og Hoyrnin.