Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jenis leggur tingkvinnu undir at vera antisemitt

Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin varð kallað fyri antisemitt á tingsins røðarapalli í gjár

Í gjár var 2. viðgerð av uppskotinum frá tinglimunum í Miðflokkinum, Jenisi av Rana og Steffan Klein Poulsen, har heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing, sum lýsir fyrimunir og vansar við at staðseta sendistovu Føroya í Ísrael í Jerusalem.

Her vildi Birita Matras Petersen hava at vita frá røðaranum, Jenisi av Rana, um tað var skilagott, at hesin spurningur var tikin fram beint nú, nú ófriður er brostin á aftur millum Ísrael og Hamas. Hon vildi eisini hava at vita, hvar virðingin var fyri teimum 11.000 fólkunum í Gaza, sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, ið hava mist lívið hesar seinastu vikurnar.

– Antisemittisma og islamfobi er vaksandi í hesum tíðum. Álopið á Ísrael 7. oktober var ræðuligt, og tað skulu vit sjálvandi fordøma, men tað er samstundis eingin loyna, at Ísrael er orsøkin til, at 11.000 fólk eru deyð seinastu vikurnar. Tað eru ósek børn, kvinnur og eldri fólk, ið eru deyð. Hvar er virðingin fyri hesum menniskjunum, spurdi Løgtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin.

– Eg hoyrdi nokk skeivt, tá sagt varð, at antisemittisma er vaksandi í Føroyum. Tað hopi eg ikki. Men tað kundi týtt upp á, at hon vaksandi her á Løgtingi, tá viðmerkjarin sigur, at Ísrael hevur skuldina fyri, at 11.000 fólk eru deyð. Er nakar inni her, ið ivast í, hvør byrjaði hetta her? Hvør, sum hevur skyldina? Tað var Hamas, ið upp á brutalan máta leyp á Ísrael, og nú fær Ísrael skyldina fyri tað. Hetta er ein sorgardagur á Føroya Løgtingi, at hasi orðini vórðu søgd, og eg fari so staðiliga at átala, at tað ikki verður átalað, sigur Jenis av Rana.

Les eisini...  Karmarnir fyri gransking styrktir

Jóhannis Joensen, ið var varafólk sum løgtingsformaður hesa løtuna, gav Jenisi av Rana eina átalu fyri at leggja løgtingsfólk undir at vera antisemitt.

Videobrotið sæst her:

(Ljóðgóðskan er ikki tann besta)

Uppskotssetararnir mettu við hesum uppskotinum, at tíðin nú er komin til at taka næsta stigið og kanna møguleikarnar fyri at flyta sendistovuna “til natúrligu staðsetingina fyri  sendistovur, høvuðsstaðin Jerusalem. Hetta hava fleiri tjóðir gjørt seinastu árini, bæði størri og smærri. Nevnast kunnu USA, Guatemala, Honduras og Kosovo, meðan aðrar hava sendistovuavgreiðslur ella konsulat í Jerusalem”, stendur at lesa í uppskotinum frá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen.

Atkvøðugreiðsla var fyri málinum, har níggju løgtingslimir atkvøddu fyri, meðan 20 atkvøddu ímóti. Sostatt fall málið.

Birita Matras Petersen er varaumboð hjá Javnaðarflokkinum, og tók sætið fyri fyrstu á Løgtingi tann 2. november, har hon loysir Bjarna Hammer av komandi vikurnar.

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk hon 159 atkvøður.

Birita Matras Petersen er 27 ára gomul, og lesur søgu á Fróðskaparsetri Føroya.

Alt orðaskiftið kann síggjast her.