Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Niels Uni: Nú mugu vit standa saman um Kringvarpið

- Kringvarpið er ein av okkara týdningarmestu stovnum, og óreiðiligu álopini eru við til at niðurlaga henda stovn. Nú er tíðin, at vit standa saman, og eitt samt løgting lyftir Kringvarpið, føroyskari mentan, føroyskum máli og føroyskum demokratiið at frama, skrivar Niels Uni Dam

Í kjalarvørðinum av nógvu uppsøgnunum í Kringvarpinum, er sama jabbið at hoyra, um at Kringvarpsgjaldið skuldi verið sjálvboði, at Kringvarpið er litað av Tjóðveldinum, og at tað er púra beint at systematiskt niðurlaga tað.

Tað er beinleiðis ræðandi, at politiski myndugleikin í so nógv ár, hevur latið staðið til, væl vitandi, at ein fastfryst inntøka, merkir støðuga niðurlaging.

Tað gleðir meg, at landsstýriskvinnan tyktist at taka hetta í álvara, og ynskti at gera breiða semju um hetta, soleiðis, at stóra spariætlanin vónandi kann steðgast, áðrenn hon verður framd endaliga.

Til hetta krevst, at okkara politikarar taka ábyrgd, droppa populistisku atkvøðujakstranina, og semjast um, at Kringvarpið er alneyðugt. At tað tí ikki bert skal prísjavnast, men mennast enn meira. Tí vit hava øll brúk fyri eini sterkari pressu, og privata pressan liggur í skeljasorði.

Um tað ikki fæst breið semja, eigur samgongan at gera eina prísjavning her og nú, og síðan arbeiða víðari fyri at finna breiðu semjuna.

Eg haldi, at antin eru fólk forkelaði, ella bara sera illa upplýst, tá tey ikki síggja álvaran í, hvat eitt samfelag uttan fría pressu kann blíva til. 

Eg eri eisini fullgreiður yvir, at summi hava eina agenda, drivnan av reinum fananskapi, eina agenda um at skapa eitt annað slag av samfelagið, har pressan og onnur ikki sleppa at finnast at. Men hetta slagið er í øllum samfeløgum. Tey draga so onnur við sær, ið ikki skilja álvaran, og ikki gjøgnumskoða fananskapin.

Í einum samfelag hevur ein frí og væl fíggjað pressa ein grundleggjandi leiklut í at tryggja okkum øllum móti tyrani, og órætti. Tað er ikki uttan orsøk, at man kallar fjølmiðlarnar fyri 4. statsvaldið. 

Les eisini...  Hoyr m.a. prát við Signu Kallsoy Joensen í tíðindunum kl. 12.00

Henda leiklut hevur Kringvarpið eisini, sum einasti miðil, ið hevur havt fólki og fíggingina til at gera kritiskan journalistikk, hevur Kringvarpið støðugt verið á varðhaldi. Hetta er nóg mikið til, at politikarar, vinnulívsrisar og fólkaforførar halda seg so frætt í skinninum, sum teir gera.

Sjálvandi er rætt, at vit sleppa at finnast at, tá Kringvarpið ger okkurt galið, ikki røkir sínar skyldur nóg væl, ella um eru litaði ella hava agendaðir.

Eg havi sjálvur funnist at Kringvarpssendingum, ið ikki hava livað upp til journalistisk grundvirði, ella sum ikki í nøktandi mun hava livað upp til óheftni. 

Tað er í lagið, at kritisera, men kritikkur má vera bygdur á objektivt ástøði.

Í vikuni var Dagur og Vika, har ein tinglimur hjá Tjóðveldi framdi eitt frontal álop á sín egna formann, og sín egna samgonguleiðara. Hetta fylti sum vera man nógv í sendingini. Formaðurin varð konfronteraður, bleiv kritiskt interviewaður og mátti svara fyri seg. 

Hetta er um nakað ein stór tíðindasøga

Men hóast tað var nógv at lesa á Facebook, nógv øsing.  

Nøkur funnust at, at Tjóðveldi fekk so nógv pláss, og onnur funnust at, at Tjóðveldi fekk so harða viðferð. Báðir pástandar vóru líka burturvið, og eru við at niðurlaga álitið á okkara almenna public service miðil.

Ein vinkul var, at nú var spindoktarin hjá Tjóðveldi blivin tíðindaleiðari, og beinanvegin fekk Tjóðveldi so nógv pláss. 

Hetta bleiv nógv deilt og nógv dámt. Hetta hóast tíðindaleiðarin ikki kemur í starvið fyrr enn 1. januar, og at virkandi tíðindaleiðari faktiskt hevur stillað upp fyri ein andstøðuflokk, og er av góðari sambandsætt og góðari journalistaætt og í míni fatan bæði objektivur og reiðiligur í sínum arbeiði.

Les eisini...  Newcastle og Everton fjepparir í PL sending nr 2

Vit mugu vera varin við at blint brúka okkara fótbólts ella x-factor gen til at døma um tíðindaflutning. At onkur, ið okkum dámar verður viðgjørdur kritiskt, merkir ikki, at viðgerin er litað ella skeiv. Okkum nýtist ikki at dáma tað, men fyri tað kann viðgerin vera journalistiskt í lagi.

Kringvarpið er ein av okkara týdningarmestu stovnum, og óreiðiligu álopini eru við til at niðurlaga henda stovn.

Nú er tíðin, at vit standa saman, og eitt samt løgting lyftir Kringvarpið, føroyskari mentan, føroyskum máli og føroyskum demokratiið at frama.