Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umleið 1.100 jarðskjálvtar síðan midnátt

Flestu jarðskjálvtarnir seinastu dagarnar hava verið í og nærhendis Grindavík

Tað eru enn nógvir jarðskjálvtar á Reykjanes-hálvoynni í Íslandi, har eisini sprungur nú eru at síggja í Grindavík, har myndugleikarnir hava fingið fólkini úr býnum vegna vanda fyri fleiri sprungum, men eisini møguligum eldgosi.

Síðan midnátt hava verið umleið 1.100 jarðskjálvtar á Reykjanesi, har teir flestu hava verið í økinum í og kring Grindavík.

Salóme Jórunn Bernharðsdóttir, náttúruvandaserfrøðingur á Veðurstovu Íslands, sigur við íslendska kringvarpið, RÚV, at seismiski aktiviteturin, ið er nú, líkist nógv tí, sum hevur verið seinastu dagarnar, men at tað eru enn møguleikar fyri, at fleiri sprungur fara at síggjast í og kring Grindavík komandi tíðina.

Í dag siga myndugleikarnir í Íslandi, at enn fleiri sprungur eru komnar í Grindavík – hesa ferð við ídnaðarøkið í býnum, Sundahverfi.

Sundahverfi liggur við havnina í Grindavík (Mynd: Kort/kort.is)