Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enskur landsliðsleikari í Grindavík

Hann vann sjey stórar sigrar við Manchester United og varð kosin ársins ungi leikari í Onglandi.

Í hesum døgum stendur onki til í Grindavík í Íslandi, tí jørðildið er óslætt og vandin fyri eldgosið er ógvuliga stórur, men í 2003 høvdu fótbóltsfjeppararnir hjá Grindavík jól og góðar dagar. Løtan var stokkut, men ógloymandi.

Í 1994 flutti Grindavík upp í bestu deildina og fram til 2006 hevði liðið ongantíð flutt niður úr nakrari deild! Summarið 2003 fekk Grindavík fatur á enska vongspælaranum Lee Sharpe, sum umvegis feløg sum Manchester United, Leeds United og Sampdora endaði í íslendska fiskivinnubýnum.

6. november 1986 varð Sir Alex Ferguson settur í starv sum felagsstjóri hjá Manchester United. Beinanvegin skipaði hann tríggjar fórbóltsskúlar: Í Manchester, í Durham uttan fyri Newcastle og í Belfast. Hann setti eina rúgvu av talentleitarum í starv og boðini vóru púra greið: “Gevið mær vengur!”

Meðan Manchester United í 1987-88 var í gongd við besta kappingarárið síðani 1979-80, keypti Ferguson ein 16-ára gamlan vong í Torquay. 18. apríl 1988 keypti hann Lee Sharpe fyri £200.000, sum samstundis eisini gjørdist dýrasti tannáringur nakrantíð. “Í gjárkvøldið keypti eg ein ungan leikara, sum er dýrasti tannáringur, sum eg nakrantíð havi keypt, men eg eri vísur í, at hann er allar pengarnar verdur. Navn hansara er Lee Sharpe,” segði Ferguson um unga, evnaríka leikaran.

Sharpe var ein kvikur leikari við góðum bóltførleika, sum var gjøgnumbrotssterkur og legði framúr goð innlegg. Í roynd og veru byrjaði hann á vinstra bakki, men varð seinni fluttur fram á vongin og vísti seg fram sum ein frálíkur vongur.

Kappingarárið 1988-89 spældi Sharpe 26 dystir frá byrjan og kom inn í 4 dystum og gjørdist yngsti enski leikarin nakrantíð, sum spældi á U21-landsliðnum. Kappingarárið eftir spældi hann 14 dystir frá byrjan og varð innskiftur seks ferðir. Fyrsta málið skoraði hann 16. september 1989 í 5-1 sigrinum á Millwall.

Les eisini...  Løgreglan: Vísið varsemi í ferðsluni

Kappingarárið 1990-91 fekk Lee Sharpe sítt veruliga gjøgnumbrot, tá hann spældi heilar 41 dystir og skoraði 9 mál. Hann varð eisini kosin ársins ungi leikari. Hann spældi á báðum vengrum og vísti tekin um, at hann kundi gerast ein komandi stjørnuleikari.

Dagin fyri, at Ryan Giggs fylti 17 ár 29. november 1990, skoraði Lee Sharpe eitt hattrikk ímóti Arsenal í 6-2 sigrinum á Highbury og fýra dagar seinni skoraði Sharpe einasta málið í dystinum, tá Manchester United vann 1-0 á Everton á Goodison Park. Tað var eisini mátin, hann fagnaði málinum uppá, sum góvu honum eina stóra stjøtnu millum fjeppararnir, har hann dró føturnar eftir sær, meðan hann dansaði á líknandi hátt sum Elvis Presley. Hann spældi eisini í Europa Cup finaluni fyri steypavinnarar, tá Manchester United vann 2-1 á Barcelona.

Hóast hann varð úttikin til enska landsliðið, áðrenn hann fylti 20 ár og yngsti leikarin síðani Duncan Edwards, so stóð hann aftan fyri John Barnes í mun til byrjanaruppstillingina og undan kappingarárinum 1991-92 fekk hann trupulleikar við lærkrikanum undir einum dysti ímóti norska Viking. Ryan Giggs fekk síðani møguleikan á vinstra vongi og teir báðir komu í satt ódnarveður, tá Manchester United upp á hálvaaðru viku spældi 5 dystir. Fyrst vann United 1-0 á Southampton, síðani spældi liðið javnt ímóti Luton, men tapti fyri Nottingham Forest, West Ham og Liverpool, so Leeds United reyk avstað við meistaraheitinum.

Miðskeiðis í rokuta endaspurtinum fann Ferguson útav, at teir báðir, Sharpe og Giggs, høvdu koyrt runt í einum stórum jeppi saman við vinmonnum og fleiri gentum eftir tapi fyri Nottingham Forest. Ferguson fekk frænir av lýdnisbrotinum og koyrdi heim til Sharpe, har teir hildu eina stóra veitslu. Ferguson hirdi øll á dyr uttan teir báðar og so fingu teir tiltikna fønaran frá Ferguson, har hann ikki legði fingrarnar ímillum.

Les eisini...  Sir Bobby Charlton er deyður

Tá ið hann var liðugur við Sharpe vendi hann sær móti Giggs og gav honum eina ordans skolu: “Og tú…tú gongur í fótasporum hansara, og tað fer at oyðileggja teg!” Giggs broytti atburð, men Sharpe helt áfram í sama spori.

Ilt verii gjørdist tað, tá hann fekk meningitis á heysti 1992 og tá hann aftur var í nóg góðari venjingarstøðu, so kundi hann ikki troka Giggs av á vinstra vonginum, meðan Andrei Kanschelskis gjørdi hald á høgra vongin og Denis Irwin treivst best á vinstra bakki.

Lee Sharpe vann sær ongantíð aftur fast pláss á United-liðnum; heldur ikki, tá Kanchelskis varð seldur undan kappingarárinum 1995-96, tí tá stóð David Beckham klárur til at taka plássið á høgra vonginum, men hann var við til at vinna meistaraheitini í 1992-93, 1993-94 og 1995-96 umframt FA Cuppina í 1994 og 1996. United keypti Karel Poborsky og Jordi Cryuff, meðan Sharpe varð seldur til Leeds United fyri £4,5 milliónir.