Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógvir jarðskjálvtar nærhendis Fagradalsfjall

Meira enn 1.500 jarðskjálvtar hava verið á Reykjanesi síðan í gjár. Mælt verður til at fólk ikki ferðast í økinum, har jarðskjálvtar hava verið og so verður mælt til, at húsbúnaður og annað verður tryggjað, so tað ikki kann detta niður

Tíðliga á vári í 2021 vóru yvir 40.000 jarðskjálvtar á Reykjanesarleiðini í Íslandi. Tað endaði við, at eitt eldgos byrjaði tann 19. mars í Geldingardali við Fagradalsfjall, sum vardi í gott og væl seks mánaðir. Tann 3. august árið eftir goysti aftur, men síðan tá hevur verið kvirt – inntil nú.

Men nú ristist jørðin enn einaferð í økinum, og tað hava verið meira enn 1.500 jarðskjálvtar máldir í økinum síðan í gjár, skrivar íslendska kringvarpið, ruv.

Av trygdarávum, so hevur íslendska bjargingartænastan boðað frá møguligari vandastøðu í sambandi við mongu jarðskjálvtarnar á Reykjanesi síðan í gjár, sum er tað sama økið, sum seinastu tvey eldgosini hava verið.

Heitt verður á fólk um at halda seg burtur frá økinum rundanum Fagradalsfjall, tí vandi er fyri omanlopi. Eisini verður heitt á tey, sum búgva í útsynningspartinum av Íslandi, um at tryggja húsbúnað og annað, ið kann detta í stórum skjálvtum, serstakliga har fólk svevur.

Íslendska veðurstovan sigur, at vandi er fyri fleiri jarðskjálvtum í økinum komandi tíðina, tí tað er sannlíkt, at magma flytur seg í undirgrundini beint við Fagradalsfjall.

Spurningurin er tí, um tað kann roknast við, at magma kemur upp til yvirflatuna ella ikki, og hesum heldur íslendska veðurstovan so eitt gott eyga við.

Mælt verður annars til at fylgja við á heimasíðuni hjá íslendsku bjargingartænastuni, www.almannavarnir.is

Soleiðis sá út nærhendis Fagradalsfjall á vári í 2021