Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bárður og Andrass byrja inni

Bárður á Reynatrøð og Andrass Johansen byrja inni. Annars líkist liðið mestsum sær sjálvum í venjingardystinum móti Norra

Væntandi verða eini 14.000 áskoðarar kring vøllin, tá Noreg tekur ímóti Føroyum í venjingardysti á Ullevaal Stadion í Oslo í dag klokkan 17:00.

Føroyski hópurin kom til norska høvuðsstaðin seinnapartin sunnudagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.

Mánadagin varð vant á grasvøllinum hjá Follo FK í Ski, ið liggur beint uttanfyri Oslo, týsdagin vandi føroyski hópurin í LSK-Hallen, ið er fótbóltshøllin hjá Lillestrøm, og mikudagin varð vant á sjálvum leikvøllinum, har dysturin verður spældur.

Hóast kulda, so hava fyrireikingarnar gingið sera væl, og nú stutt fyri avspark er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sendir á vøllin frá byrjan.

Bárður á Reynatrøð verður í málinum, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Odmar Færø, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar og Andrass Johansen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fremstur.

Á beinkinum og til reiðar at koma á vøllin eru Mattias Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, René Shaki Joensen, Ári Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad, Mads Boe Mikkelsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

FM1 sigur frá venjingardysturin millum Noreg og Føroyar á Ullevaal Stadion í Oslo. Petur Asbjørn Lervig verður frásøgumaður. Dysturin verður eisini vístur beinleiðis á heimasíðunai hjá kvf.fo.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo