Meðan okkara frásøgumaður, Petur Asbjørn Lervig gjørdi klárt til at siga frá venjingardystinum millum Noreg og Føroyar á Ullevaal leikvøllinum í Oslo rendi hann seg í Rógva Baldvinsson, ið roynir seg í leiklutinum sum viðmerkjari hjá norska TV2 til dystin millum Noreg og Føroyar.
Rógvi er spentur upp á hvussu hansara landsmenn fara at roynast móti gamla liðfelaganum hjá honum í Bryne, Erling Braut Haaland. Tað liggur í kortunum, at Haaland kemur á vøllin í seinna hálvleiki.
