Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskimannafelagið: Vit mótmæla harðliga hesi atsóknini á føroyska sjófólkið

Mótmælishoyringsskriv til fíggjarnevnd løgtingsins frá formanninum í Føroya Fiskimannafelag

Fiskimannafalagið var á fundi við fíggjarnevnd løgtingsins í vikuni.

Her er mótmælis-hoyringsskrivið

Til fíggjarnevnd løgtingsins

Viðmerkingar frá Føroya Fiskimannafelag til uppskot

LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og komm­unu­skatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimanna­frá­dráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)

Mótmæla
Føroya Fiskimannafelag mótmælir uppá tað harðasta, at løgtingið niðurlaðar fiski­­mannafrádráttin. Hetta er beint ímóti tí, sum allir flokkar lovaðu undan løgtingsvalinum 2022. Allir flokkar lovaðu ikki at nerta fiskimannafrádráttin. Vónand halda tit orð.

Skal heldur økjast
Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur at økjast, eins og norska stór­ting­ið ætlar við samsvarandi skipanini har.

Høvuðsstaðurin gongur fríur
Fiskimannafelagið loyvir sær at vísa á, at ætlaða lækkingin av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgting­in­um í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri, Runavík, Leirvík, Toftum, Eiði, Fuglafirði, Vágum og Vestmanna.

Sjófólk eru ikki umfataði av starvslógini
Sjófólk hava ótrygg viðurskiftir í mun til fastlønt almenn starvsfólk, tá ið sjúka rakar. Al­­ment lønt (les fastlønt) hava starvslógina at líta á, tá ið sjúka ella hóttafall rakar. Víst verður til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970.

Føroya Fiskimannafelag vil vísa á, at fiskimannafrádrátturin er ein kompensatión fyri

– at vera so nógv burtur frá heimi og familju og

– fyri – sum víst verður á omanfyri – ikki at vera umfatað av teirri lukrativu starvs­lóg­ini

Les eisini...  Fyrstaliðið vann á eykaliðnum – í steypafinaluni

Finn peningin við flytingum á fíggjalógini
Tað átti at verið munandi lættari at funnið tær 11 mill. við flytingum á fíggjarlógini, heldur enn at áleggja sjófólki t.d. í Gøtu, á Tvøroyri, í Klaksvík, í Runavík at gjalda upphædd­ina.

Tað er bara eitt stað Føroya Fiskimannafelag kann fara eftir mista peninginum, til teir sum eiga skipini.

Vit mótmæla harðliga hesi atsóknini á føroyska sjófólkið.

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, formaður