Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fýra vilja vera fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Freistin at søkja starvið sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla var úti á midnátt tann 13. november

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur søkt eftir einum dugnaligum leiðara fyri farna fyrstalærara, sum nýliga tók við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Freistin at søkja starvið var úti á midnátt tann 13. november.

Í lýsingini var sagt, at leiðarin skal hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv. Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Hvalvíkar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. desembur 2023.

Í Hvalvíkar skúla ganga næmingar í innskúlingini, 1. – 3. flokki, og í hesum skúlári hevur skúlin 20 næmingar, sum ganga í 2. og 3. flokki. Í skúlanum starvast tveir lærarar umframt fyrstalæraran.

Kelda: Skúlablaðið