Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan: Liðið arbeiddi seg upp í seinna hálvleiki

Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig staðfesti landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, at fyrri hálvleikur í 0-2 tapinum fyri Noregi var ikki nøktandi, men hann heldur, at føroyska liðið arbeiddi seg væl upp í seinna hálvleiki. Håkan heldur fyri, tað at okkara menn hildu málið reint meðan Erling B. Haaland var á vøllinum í seinna hálvleiki var í sær sjálvum eitt gott avrik.