Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey føroysk tónlistafólk á tí viðurkendu Eurosonic-stevnuni (ESNS) í Hollandi

Umleið somu tíð í fjør kunngjørdu vit, at Føroyar sum heild helst ongantíð fyrr høvdu sett eitt so stórt musikalskt fótafar í Europa, men vit tora at siga, at 2023 hevur verið eitt uppaftur betri ár. Og nú eitt nýtt innihaldsríkt ár fyri føroyskan tónleik er um at vera komið at enda, er tað við miklari frøi, at vit kunnu siga, at framhaldið kemur longu í januar. Bæði Jazzygold og Aggrasoppar eru júst klár til Eurosonic Noorderslag (ESNS) í Hollandi

Eurosonic Noorderslag, eller Eurosonic, sum tað yvirhøvur stytt til, er ein stór stevna, ið hevur verið í Groningen síðan 1996. Festivalurin verður hildin í fýra dagar á fleiri stórum og miðalstórum spælistøðum í miðbýnum í Groningen, og mong halda henda festivalin vera tann týdningarmesti vinnuligi festivalurin í Europa, serliga tá ið tað ræður um konsertvirksemi.

Umframt konsertirnar verður skipað fyri ráðstevnu við meira enn 100 innlitsríkum panelum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og hópin av góðum netverksmøguleikum. Festivalurin sjálvur upplýsir, at hann dregur meira enn 40.000 vitjandi til sín um árið, herímillum yvir 4.000 musikkyrkisaktørar og heilar 400 festivalar.
Gjøgnum árini hava nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, James Blake, Girl in Red og fleiri aftrat verið á palli fyri eini altjóða fjøld á byrjanarstigi á yrkisleiðini. Í fjør vóru vit so heppin at vera umboðað við Brimheim og Kóboykex, har tey bæði hava merkt ringárinið aftaná av sínum framførslum.

Í dag eru bæði Jazzygold og Aggrasoppar lýst til at vera á Eurosonic Noorderslag 2024 bara nakrar vikur eftir at tey komu heim frá eini ótrúliga flottari móttøku á ársins Iceland Airwaves.

Har skrivaði millum annað tað viðurkenda NME Magazine at «…they will hopefully get the opportunity to scale up to bigger stages next festival season, as should Jazzygold, a Faroe Islands-raised vocalist whose smouldering R&B is embellished with moments of arresting choreography.»

Dork Magazine skrivaði um Aggrasoppar og tann føroyska tónleikapallin:
«Across the city, a Faroese music showcase is proving that a country even smaller than Iceland can still hold its own. Aggrasoppar, a self-proclaimed ‘flower-punk / axekiller-pop band’ are the highlight here, deftly mixing catchy hooks with Faroese-language rap music. Think De La Soul if they swapped New York for Tórshavn.»

«Hetta verður ein rættiliga spennandi byrjan av árinum!» fortelur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export.) entusiastisk. «Vit prógvaðu fyri kortum aftur á Iceland Airwaves, at vit eru av góðari dygd og ríkum margfeldi, og at tann europeiska tónleikavinnan uttan iva leggur merki til okkum. Eurosonic er langt frammi, og tað er ógvuliga sjáldsamt, at vit eru umboðað við teimum listafólkum sama ár. Eg haldi faktiskt, at tað er bara hent eina ferð fyrr, og tað var í ár (2023). Bara nakrar vikur eftir Eurosonic hava vit eisini heilar fýra artistar, ið skulu spæla á Trondheim Calling. 2024 byrjar væl við øðrum orðum sera, sera væl.»

Jazzygold, ið veruliga hevur blomstrað gjøgnum alt 2023, er eisini mikið entusiastiskt:
«Tað hevur altíð verið eitt stórt mál hjá mær at spæla á Eurosonic, og nú hendir tað faktiskt. Eg føli, at alt tað harða arbeiðið, eg havi lagt í Jazzygold og míni liveshows eru farin at geva nakað aftur, so eg eri esktremt spent upp á at spæla og samstundis so nervøs, so tað er akkurát, sum tað eigur at vera.» Um vánirnar sigur hon eitt sindur skemtandi: «Eg gleði meg at møta fólkum úr vinnuni, og vónandi kemur hópurin av fólki, ið síggja meg og vilja booka meg, so eg kann blíva við at vera eina superstjørna … haha, ikki bara í høvdinum á mær, men í tí ordiligu verðini;)»

Meira um Eurosonic Noorderslag (ESNS) her: https://esns.nl/en/

Les eisini...  FMX og G! Festivalurin halda fram við samstarvinum við Trondheim Calling í Norra

Eurosonic Noorderslag er millum 17. og 20. januar 2024.