Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samanstoytur og stuldur

Í gjár vóru tveir harmonikustoytir í einum í Norðoyatunlinum, herverk varð framt á ein bil á Glyvrum og so varð ein bilur stolin í Havn

Um trý-tíðina seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum, har tveir harmonikustoytir hendu í einum, eftir at ein bilur fekk trupulleikar við einum hjóli, og varð noyddur at steðga inni í tunlinum.

Hesin bilurin gjørdi ein bráðsteðg á vegnum, og í fyrsta føri hendi einki, tí teir fyrstu bilarnir, ið koyrdu aftanfyri bilin, sum fekk trupulleikar av einum manglandi hjóli, náddu at bremsa í góðari tíð.

Men longur afturi í bilrøðini vóru tað nakrir bilar, ið ikki hildu neyðuga frástøðuna til bilin frammanfyri.

Í tveimum førum rendi bilur á bilin frammanfyri, har árendi bilurin so rendi á reyvina á bilinum frammanfyri.

– Tað er neyðugt at halda neyðugu frástøðuna til akfarið frammanfyri, og koyra bil, tá ið tú koyrir bil. Tað hendi tíbetur eingin fólkaskaði, og heldur ikki so stórur materiellur skaði, men tveir bilførarar verða skuldsettir fyri ikki at hava hildið neyðuga frástøðu til bilin frammanfyri, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

(Tvey dekk vórðu kruvd upp á bili á Glyvrum í gjár (Mynd: Pól Esper Hansen/privat)

Herverk á bil
Í gjárkvøldið er gjørt herverk á ein bil, ið stóð á parkeringsplássinum uttanfyri Glyvra skúla.

Onkur hevur stungið hol á tvey dekk á bilinum, sum stóð parkeraður har.

Vaktleiðarin greiðir frá, at hendingin er farin fram millum klokkan 17.30 og 18.30 í gjár, og vil gjarna frætta frá fólki, um tey hava sæð nakað á staðnum um hetta mundi.

Fólk greiða frá á Facebook, at fyri umleið tveimun vikum síðan, so hendi tað sama við tveimun bilum umleið 500 metrar harfrá, har sum hendan myndin er tikin.

Les eisini...  Eldur í City Church í nátt

(Ein Peugeot 407. Einki verður tó sagt um litin á bilinum, ið varð stolin í Havn í nátt)

Bilur stolin í Havn
Í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá einum bilstuldri í Havn.

Maðurin, ið meldaði stuldurin, vaknaði við, at bilurin koyrdi avstað úr túninum hjá sær.

– Bilurin hevur hol í útstoytinum, so maðurin hoyrdi, tá bilurin startaði og koyrdi avstað frá økinum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Talan er um ein Peugeot 407, sum hevur nummarspjaldur AM 147.

Løgreglan vil gjarna frætta frá fólki, sum hava sæð hendan bilin, greiðir vaktleiðarin frá.

Telefonnummarið er 351448 ella 114.