Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimm revsimál viðgjørd í Eystara Landsrætti

Eystari Landsrættur hevur verið í Føroyum í viku 45 og 46. Hesar vikurnar hevur landsrætturin viðgjørt fimm revsimál

Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Hesa ferð Eystari Landsrættur hevur verið í Føroyum, hava fimm revsimál verið á skrá. Upprunaliga vóru seks mál á skrá, men eitt mál bleiv útsett. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini hesa ferð snúðu seg um milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, harðskap og brot á umhvørvisverndarlógina.

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Fríggjadagin í síðstu viku var eitt mál um m.a. harðskap móti persónum í almennari tænastu. Ákærdi fekk í Føroya Rætti tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing. Landsrætturin broytti dómin soleiðis, at revsingin bleiv gjørd treytaleys.

Týsdagin var eitt mál um grovan harðskap á skrá. Ákærdi var í Føroya Rætti dømdur fyri í felag við ein annan persón at hava framt grovan harðskap ímóti einum órættaðum. Ákærdi bleiv dømdur tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Eystari Landsrættur fríkendi ákærda.

Mikudagin viðgjørdi Landsrætturin eitt mál um oljudálking. Ákærdi var í Føroya Rætti dømdur sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina. Ákærdi bleiv fríkendur í landsrættinum.

Fyrrapartin hósdagin viðgjørdi landsrætturin eitt mál um brot á djóravælferðarlógina. Málið snúði seg um møguliga skammfaring av seyði. Málið bleiv tikið upp til dóms, og dómur verður sagdur næsta hósdag.

Seinnapartin hósdagin var enn eitt mál um harðskap móti persóni í almennari tænastu á skrá. Ákærda var í Føroya Rætti dømd 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Landsrætturin broytti dómin, soleiðis at revsingin bleiv gjørd treytað við treyt um samfelagstænastu.

Les eisini...  Myndir: Tíðindafundur og venjing hjá A-landsliðnum

Eystari Landsrættur kemur aftur til Føroya í viku 11 og 12 í 2024.