Komandi vikuna skal hin sera evnaríki HB-leikarin, Samuel Chukwudi, royna seg hjá svenska felagnum IFK Göteborg, har fyrrverandi HB-venjarin, Jens Berthel Askou, eisini er venjari. Eftir ætlan skal Samuel eisini royna seg ímóti norska føroyingafelagnum Fredrikstad.
19-ára gamli Samuel Chukwudi hevur spælt sjey dystir á besta HB-liðnum í ár og hevur umboðað Føroyar tvær ferðir á A-landsliðnum. Hann hevur áður roynt seg við U21-liðnum hjá belgiska Union St. Galloise.
Keldur:
faroesoccer.com
hb.fo
Færøsk fodbold
