Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Endaði í málinum og á landsliðnum orsakað av krígsskaða

Málmaðurin skoraði sigursmálið henda dagin í 1921 fyri Chelsea ímóti Bradford City.

Jordan Pickford er fjórði Everton-málverjin, sum hevur umboðað Ongland á A-landsliðnum og hinir báðir eru tveir Everton-úrmælingar, Gordon West og Ted Sagar, men hin fyrsti var Benjamin Howard Baker, sum eisini var ein fjøltáttaður ítróttarmaður.

Benjamin Howard Baker varð føddur 13. februar 1892 á Worcester Drive í Anfield, bara eitt hanagleiv frá Goddison Park. Hann varð doyptur í St Margaret’s kirkjuni í grannalagnum og vaks upp á Melbourne Avenue í West Derby. Hann arbeiddi í lithandlinum sum pápin, Benjamin eldri. Hann var høgur og sterkur, og gjørdist framúr góður til hæddarlop fyri Liverpool Harriers, men var eisini góður til rimarenning, spjótkast, stangarlop og diskosvarping. Tríggjar ferðir átti hann bretska metið fyri hæddarlop – harav metið frá 1921 var standandi í heili 28 ár. The Daily Telegraph rópti hann fyri “hæddarleyparin frá Liverpool við kroppi sum Apollo”. Hann varð úttikin til at umboða Ongland undir ávikavist OL 1912 í Stockholm og 1920 í Antwerp. Hann gjørdist nr. 11 í hæddarlopi í 1912 og átta ár seinni gjørdist hann nr. 6 og nr. 8 í trístøkk.

Í fótbólti umboðaði hann Lancashire sum miðverji og royndarvandi við enska áhugalandsliðnum á tí plássinum. Hann spældi fyri for Marlborough Old Boys og Liverpool Balmoral, áðrenn hann royndi seg sum áhugaleikari hjá Blackburn Rovers. Hann spældi ongan dyst á besta liðnum á Ewood Park, tí fyrri heimsbardagi brast á. Meðan hann gjørdi hertænastu, fekk hann ein øklaskaða, sum noyddi hann at skifta til málmansplássið og tað var á tí plássinum, at hann spældi á eykaliðunum hjá Preston North End og Liverpool. Á Anfield átti úrmælingurin Elisha Scott málmansplássið og hann var bróðir til frálíka Everton-málverjan, Walter Scott. Everton keypti Baker í november 1920 eftir, at hann hevði víst seg fram í einari grannauppgerð millum eykaliðini. 26. Februar 1921 spældi hann fyrsta dystin á besta liðnum, tá Everton vann 1-0 á Chelsea á Stamford Bridge. The Liverpool Daily Post og Mercury skrivaðu: “Latum okkum bara siga tað beinanvegin, at vælkendi áhugaleikarin spældi framúrskarandi vælk í fyrsta dystinum.” Dystin eftir tapti Everton 2-0 fyri Tottenham, men Baker fekk kortini rós: “Hann varð stórliga fagnaður fyri fleiri framúrskarandi bjargingar.”

Meðan hann spældi við yrkisfeløgum, spældi hann um somu tíð eisini fyri áhugafeløgini Northern Nomads og seinni kenda London-liðið Corinthian FC. Góðu avrikini fyri Everton og Corinthians góvu honum møguleikan á A-landsliðnum 21. Mai 1921, har hann helt málið reint í 2-0 sigrinum á Belgia á Stade Oscar Bossaert. Seinna og seinasta A-landsliðnum spældi hann fýra ár seinni, men tá hevði hann skift til Chelsea. Baker spældi eisini 10 landsdystir fyri enska áhugalandsliðið.

Les eisini...  Hótti starvsfólk hjá Taks

Tað var ein dyggur smeitur, tá Baker skifti til Chelsea í oktober 1921. Skiftið stóðst allarhelst av handilssambandinum hjá familjuni í høvuðsstaðnum. Skjótt gjørdist hann ein yndisleikari millum fjeppararnar, tá hann gjørdi fleiri bjargingar og driblaði við bóltinum sum í kurvabólti. Baker var eini 80 ár framman fyri sína tíð, tá hann spældi sum ein nýmótans “sweeper-keeper” og brúkti royndirnar sum útileikari við at renna uttan fyri brotsteigin fyri at sparka bóltin burtur av vanda leið. Hann varð eisini hildin at hava longsta sparkið í landinum. Baker skoraði enntá frá brotssparksblettinum 19. november 1921 í 1-0 sigrinum á Bradford City í sætta dystinum fyri Chelsea, men varð frítikin frá uppgávuni, tá hann seinni í kappingarárinum brendi ímóti Arsenal.

Fimm ár eftir skiftið til Chelsea, vendi vælumtókti málmaðurin aftur til Goodison Park. Fleiri av málmonnunum hjá Everton stríddust við skaðar undan kappingarárinum 1926-27 og Baker bjóðaði seg fram. Chelsea lat 34 ára gamla málmannin fara, men hóast Baker vísti frálíkt málmansspæl, stríddist Everton at fóta sær eftir motorsúkkluvanlukkuna hjá Dixie Dean. Liðið tapti fyrstu fimm dystirnar og Baker gjørdist fyrsti málverjin, sum gjørdist liðskipari hjá Everton, tá hann leiddi liðið á vøllin til ein málleysan javnleik ímóti West Bromwich Albion. 1-0 sigurin í grannauppgerðini á Merseyside var kortini eitt plástur upp á sárið.

Baker misti kortini plássið á liðnum til Arthur Davies í oktober 1926 eftir eitt tap í Lancashire Cuppini. Hann rundaði fótbóltslívsleiðina av við einum dysti fyri Oldham Athletic, men slapp at spæla ein farvældyst í mars 1929 fyri Corinthians ímóti Everton og Benjamin Howard Baker spældi framúrskarandi sambært bløðum í samtíðini.

Les eisini...  Sveinur Tróndarson: Óneyðug øsing um tingfólkalønir

Baker helt áfram sum ítróttamaður og verður roknaður sum fjøltáttasti ítróttamaður á hædd við C.B. Fry og lagsbróðirin frá Merseyside, Max Woosnam. Benjamin Howard Baker andaðist 10. september 1987 og var tá 95 ára gamalur.

Benjamin Howard Baker er framvegis einasti Chelsea-málverjin, sum hevur skorað mál í bestu deildini.