Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dukkuleikur um flóttafólk

Høvuðsleikararnir í dukkuleikinum To BE eru ein svampur og ein tannbust. Leikurin verður í Norðurlandahúsinum, 22. novembur, kl 16.30

Yndisligi svampurin hittir kulu tannbustina í einari veitslu og tey gerast forelskað. Tey sleppa tó ikki at vera par, tí tey hava hvør sín uppruna og hvør sína mentan. Tí flýggja tey úr heimlandinum at finna sær friðskjól aðrastaðni – saman. Á ferðini ferðast tey m.a. um hav í einum óstøðugum pappírsbáti.

Við einføldum lutum og tónleiki – og uttan orð – fortelur leikhúsið, Passepartout Theatre Productions, søguna um at vera flótti, og um hví vit mugu verja mannarættindi. To BE er ætlaður børnum úr 6 ára aldri og eldri.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo