Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika Hoydal og Lyon í Tøting

Tað verður hugni og gott ljóð, sum verður karmur um konsertina. Og tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir endar”, tá Annika traðkar á pallin. Hetta verður eitt gandakent kvøld, sum verður fult av sjarmu og nostalgi. Ja, eitt ógloymandi kvøld, sum bara Annika kann geva tær

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili 7 áratíggju.

Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum “Aldan”, “Í Dans” og “15 ár” eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.

Men tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”.

Tað er tí sera spennandi, at Annika nú, 77 ára gomul, hevur lagt síðstu hond á enn eina útgávu. Útgavan kallast “Í Hoydølum: Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.

Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp. Við nýggjari plátu og enn við líka nógvum uppá hjarta, fer Annika á konsertferð í november við tónleikarunum Kim Hansen: Klaver, Benjamin Petersen: Guitar og Torleik Mortensen: Kontrabass.

Tað verður hugni og gott ljóð, sum verður karmur um konsertina. Og tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir endar”, tá Annika traðkar á pallin. Hetta verður eitt gandakent kvøld, sum verður fult av sjarmu og nostalgi. Ja, eitt ógloymandi kvøld, sum bara Annika kann geva tær.

Les eisini...  Vit eiga at fáa gongd í oljuleitingina

Lyon Hansen á heimabeitið í Gøtu
Hann er inniligur, sjarmerandi og kraftmikil á einum palli, líkamikið um hann hevur ein bólk aftanfyri seg ella ei. Lyon hevur ein serligan og eyðkendan stíl, ið ikki líkjist nøkrum øðrum tónleiki, ið vit hoyra í Føroyum.

Tekstir og lög eru sterk og framförslurnar nærverandi.

Leygarkvöldið kanst tú aftur uppliva Lyon heima í Töting, har hann hesaferð kemur einsamallur á pall. Nýggj lög verða lögd afturat fleiri av frálíku lögunum hansara, ið vit longu kenna.

***Leygarkvøldið 25. Nov. kl. 20.00 í Tøting***

Atgongumerki á 200 kr. (150 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo
Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Grót, hava ókeypis atgongd.