Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innsetingargudstænasta fyri nýggja sóknarprestinum

Steintóru Gleðisheygg Joensen er sett í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjald og í Nólsoy

Undir gudstænastuni í Havnar kirkju nú sunnudagin, 26. November, klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Umframt Havnar kirkju, so verður Steintóra eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.

Steintóra varð prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir.

Síðan tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir, Maria Jørðdal Niclasen og Maria Summers Nolsøe, hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.

Steintóra tók við embætinum 1. november.

Kelda: folkakirkjan.fo