Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elsti HM-vinnarin nakrantíð

Hann var málverji og liðskipari undir HM 1982.

Tann 28. februar 1942 varð fyrrverandi málverjin hjá Juventus og italski landsliðsmálverjin, Dino Zoff, føddur í býnum Mariano del Friuli í Landnyrðingsitalia. Í einari atkvøðugreiðslu, sum altjóða hagtalssambandið (International Federation of Football History and Statistics) skipaði fyri, varð Zoff valdur sum 3. besti málverjin í 20. øld aftan fyri sovjetiska Lev Yashin og enska Gordon Banks.

Eftir eina harða lærutíð í 1961 við fyrsta felagnum Udinese, endaði hann umvegis Mantova (1963-67) og Napoli (1967-72) í Juventus, har hann prógvaði seg sum besti málverjin í Italia. Við Zoff í málinum vunnu teir svørthvítu 6 meistaraheiti millum 1973 og 1982 umframt tvær steypafinalur (1979 og 1983) og UEFA Cup í 1977. Besta avrikið var kortini á italska landsliðnum.

Hann spældi fyrsta landsdystin í 1968, meðan hann framvegis spældi við Napoli og var í EM-hópinum, sum vann EM sama ár, har hann byrjaði á bonkinum, men endaði sum fyrstimálverji. Í fjórða landsdystinum var hann við at vinna EM-finaluna á Jugoslavia. Í 1970 var Enrico Albertosi aftur fyrstimálverji, men Zoff vann sær fast pláss á landsliðnum, tá ið hann skifti til Juventus. Italia varð varpað út eftir bólkaspælið undir HM 1974, men endaði á 4. plássi bæði undir HM 1978 og EM 1980.

Dino Zoff var liðskipari undir HM 1982 og leiddi liðið til triðja HM sigurin (1934, 1938 og 1982) við einum 3-1 sigri á Vesturtýsklandi í finaluni. Á veg til finaluna noyddist liðið í 2. umfari gjøgnum “deyðabólkin” saman við Argentina og Brazil, men Italia sigraði á báðum suðuramerikonsku stórveldunum. Dino Zoff var tá 40 ár, 4 mánaðir og 13 dagar gamalur og hann er framvegis elsti leikari, sum hevur vunnið HM.

Les eisini...  Heimsins dýrasti Galácticos

Han gavst at spæla í 1983, men byrjaði sum venjari hjá Juventus. Í 1988 gjørdist hann høvuðsvenjari í felagnum, men tað gekk onki serligt og hann fekk sekkin frá felagnum í 1990. Hann royndi seg fleiri stutt tíðarskeið hjá Lazio (1990-94, 1996-97 og 2001)  og stjórnaði eisini landsliðnum (1998-2000), áðrenn hann royndi seg eina seinastu ferð við Fiorentina í 2005 og steðgaði fótbóltslívsleiðini med alla.